Í morgin skriva vit fyrsta mai, dag arbeiðaranna, og eins og undanfarin ár, verða fyrsta mai dags røður kring landið. Trupult hevur verið at fáa at vita, hvørjir røðararnir í ymsu bygdunum vera, og í hvørjum bygdum gjørt verður burturúr altjóða arbeiðaradegnum, 1. mai.
Men hóast alt vita vit, at í Havn og í Fuglafirði verður fyrsti mai hátíðarhildin. Í Fuglafirði fara Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og Finnur Helmsdal at halda røðu. Á Vaglinum í Havn fer formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, at trína røðarapallin, somuleiðis sum Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og Jóannes Nielsen, rithøvundur, eisini halda røðu.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skipar fyri fyrsta mai-dags hugna í hølum felagsins í Niels Finsensgøtu 12. Húsið letur upp klokkan 13, og opið verður allan dagin. Borðreitt verður við kaffi og køkum. Børnini eru heldur ikki gloymd, og verður íriv og okkurt leskiligt til teirra.
Løgtings- og býráðsumboðini Katrin Dahl Jakobsen, Elin Lindenskov og Torfinn Smith verða eisini at hitta til fyrsta mai-dags hugnan í Niels Finsensgøtu nummar 12 í Havn.