– Men tað hevur einki við tað at gera, sigur John Johannessen, sum er vertur í Degi og viku í kvøld.
Tað eru trupulleikar við grundleggjandi útgerðini í kontrolrúminum. Teir trupulleikarnir vóru fyrr í dag, og tey hildu seg hava funnið eina neyðloysn, men nú Dagur og vika skuldi í luftina vísti tað seg, at sambandið millum sendirúmið og kontrolrúmið var farið.
– Teknikarar arbeiða við fullum alvi upp á málið, og vit vænta at koma í luftina innan næsta tíman, sigur John Johannesen.