Dagurin eitur Anastasius

17. august. Anastasius. Annaðhvørt tann Anastasius, sum var biskupur í Terni í Italiu í 6. øld ella ein Anastasius, ið doyði sum pínsluváttur í Persiu umleið ár 620

 

Hendan dagin fyri 15 árum síðani viðgekk amerikanski forsetin, Bill Clinton, at hann »hevði havt eitt óhóskandi kropsligt forhold« til starvsnæmingin, Monicu Lewinsky.

 

 

Av føðingardøgum kann nevnast, at amerikanski sjónleikarin Robert de Nire fyllir 70 í dag, og at 112 ár eru liðin síðani okkara egni Heðin Brú varð føddur. Hann doyði í 1987.

 

Týski nazileiðarin, Rudolf Hess doyði hendan dagin í 1987, 93 ára gamal. Hann hevði tá sitið krígsfangi síðani einaferð undir seinna heimsbardaga.