Dagurin eitur Hannibal

2. august eitur Hannibal. Teir vita einki halgimenni við hesum navni. Dagurin hevur havt nógv onnur nøvn, men frá árinum 1700 er Hannibal komin upp í halgimannatalið. Navnið er fønikiskt og merkir náðigáva Baals. Best kendi Hannibal í søguni var tann tiltikni herhøvdingin úr Kartago.

 

Jóannes Patursson doyði hendan dagin í 1946 80 ára gamal. Hann varð føddur í Kirkjubø 6. mai í 1866.

 

Jóannes Patursson varð valdur í Løgtingið í 1901 og sat har til hann doyði í 1946.

 

Hann sat í Fólkatinginum 1901-1906 og í Landstinginum 1918-1920 og 1928-1936.

 

1901-1906 umboðaði hann Suðuroyar valdømi í Løgtinginum, og Suðurstreymoyar valdømi 1906-1946.

 

Fram til 1940 umboðaði hann Sjálvstýrisflokkinum. Í 1940 var hann við til at stovna Fólkaflokkinum, sum hann umboðaði til hann doyði.