Daisy og John gullbrúdleyp

Fríggjadagin, 13. novembur, kundu hjúnini, Daisy og John Joensen í Havn, halda gullbrúdleyp.

Daisy er ættað úr Hvalba, dóttir Súsonnu Malenu, f. Pedersen og Viggo Niclasen.
John er ættaður úr Klaksvík, sonur Malvinu f. Steffensen og Jákup Joensen, sum vanliga varð róptur, sterki Jakku.
Daisy og John komu at kennast í Havn. Hon starvaðist í krambúðini hjá Katrinu Christiansen, og hann gekk á stýrismansskúla.
Tey bygdu sær hús á Gerðareiði í Klaksvík, men í 1961 fluttu tey til Havnar og bygdu sær hús á Frælsinum.
Tey eiga trý børn, Joan, sum býr í Klaksvík og Viggo og May, sum bæði búgva niðri. Ommu- og abbabørnini eru 10 í tali.
Tað, ið eyðkennir bæði Daisy og John, er teirra lætta og positiva lyndi. Kemur tú á gátt hjá teimum, stendur skjótt ein drekkamuður á borðinum. Tey eru serstakliga vinsæl og gestablíð, og hjá teimum er altíð hugnaligt og reint, bæði úti og inni.