Dámar væl at hoyra Nyrup

Politiski skrivarin á bretsku sendistovuni í Danmark, sum eisini er limur í bretsku marknasamráðingarnevndini sigur við Sosialin, at hann er fegin um at frætta, at Poul Nyrup Rasmussen vil taka eina hond í marknamálinum.

Jan Müller


-Tað ljóðar sera áhugavert, at danski forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen vil hitta bretska forsætisráðharran, Tony Blair fyri harvið at hjálpa føroyingum at loysa marknaósemjuna millum føroyingar og bretar.

Hetta sigur politiski skrivarin á bretsku sendistovuni í Danmark, Poul Nicolopulo við Sosialin. Hann er limur í bretsku samráðingarnevndini og hevur fleiri ferðir verið í Føroyum.

Poul Nicolopulo sigur, at av tí at samráðingarnar eru í trúnaði kann hann einki siga um gongdina, men heldur úttalilsini hjá danska forsætisráðharranum í føroysku pressuni vera sera áhugaverd og hugvekjandi.

-Eg giti, at hesi úttalilsini kunnu hjálpa føroyingum og vónandi allari sakini. sigur Poul Nicolopulo.