Í fjør heyst datt Jan Dam út úr átjan manna landsliðshópinum. Tí kom tað eitt sindur óvart á hann, at venjarin vildi hava hann við niður til Spania. Men Jan Dam hevur í vetur arbeitt miðvíst fyri at koma upp í part aftur:
? Eg havi ítrótt á linju á læraraskúlanum, og so havi eg eisini runnið nógv sjálvur. Tá vit vóru saman í tveimum vikuskiftum á Svangaskarði, kendi eg meg væl, og tað man venjarin eisini hava hildið.
Og nú ætlar tú at halda tørn um landsliðsplássið?
? Eg vil fegin spæla fleiri landsdystir. Nú eri eg 31 ára gamal, og so er eingin tíð at spilla burtur. Í síðstu undankappingini var eg nógv skaddur. Tað kanst tú ikki tryggja teg ímóti, men er venjingarstøðan góð, so er sannlíkið fyri skaðum minni.
Jan Dam hevur enn eina ferð sagt barndómsfelagnum HB farvæl. Nú spælir hann fótbólt á Toftum, og hann heldur, at tað styrkir um møguleikan at vera á landsliðnum:
? Nýggjar avbjóðingar kveikja hugin at halda fram. Vit í HB sóu hetta ógvuliga væl, tá Allan Mørkøre kom úr Klaksvík og til okkara. Eg vóni, at bæði B68 og eg sjálvur fáa gagn av samstarvinum okkara millum.
Eitt sindur tyngdur
At Óli Johannesen var darvaður av skaða gjørdi, at Jan Dam fekk møguleikan á aftasta manni ímóti Finnlandi. Hann hevði ikki verið á landsliðnum, síðani hann var liðformaður í stórtapinum í Estlandi í fyrraárið:
? Venjarin segði mær, at hann hevði álit á mær, tí hann helt, at tað hevði gingið væl undir venjingini. Eg skal ikki dylja, at eitt sindur av fjáltri var á fyrstu minuttirnar móti Finnlandi, men tað var skjótt, at alt var, sum tað plagar at vera.
Jan Dam spældi allar 90 minuttirnar móti Finnlandi, men móti Íslandi tók hann seg úr slagnum í steðginum:
? Longu tá eitt korter var farið, fekk eg eitt dygt spark. Tað var orsøkin til, at eg fór út.
Tú gjørdi eitt brotsspark?
? Fyri dystargongdina var tað sera harmuligt, at teir fingu høvi at minka um munin fyri steðgin. Í sovornum førum spælir tú støðuna umaftur og umaftur í høvdinum. Brotið varð gjørt dygst úti við brotsteigarmarkið, og sjálvsagt harmar tað meg, men eg fari ikki at siga, at dómurin ikki var rættur.
Íslendingar javnaðu til 2?2 tólv minuttir eftir steðgin, og tá var aftur brotsspark. Ta ferðina var tað Jens Kristian Hansen, sum fór eitt sindur skeivur av einum bólti, og síðani feldi ein íslending.
? Rikhardur Dadason skoraði uppá bæði brotsspørkini. Hann var í álopinum og var sera sterkur, skjótur og nærgangandi, sigur Jan Dam.
Tá Ísland miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði sigursmálið var talan um uppspæl eftir miðásinum.
? Allan 2. hálvleik var heilt týðuligt, at teir vóru betri fyri, enn vit vóru. Okkara menn orkaðu ikki at bjóða seg til, og teir, sum høvdu bóltin, orkaðu ikki annað enn at senda langt fyri at fáa luft, og so mátti tað enda galið, er metingin hjá Jan Dam.
? Vit høvdu tveir góðar møguleikar at javna. Óli Johannesen sendi eitt rimmar fríspark móti málinum, og beint fyri leiklok tóktist Heðin á Lakjuni ikki at vita, hvussu leysur hann var.
Perlur
Tá tað kemur til føroyska álopsspælið, var tað serliga í 1. hálvleiki. Og sambært Jan Dam vóru bæði málini sannar perlur:
? Málið hjá Kurt Mørkøre var eitt fantastiskt mál. Todi var um at gerast leysur, men valdi at spæla út í vinstru. Bólturin rakti í ein mótstøðumann. Haðani støkk hann til Kurt Mørkøre, sum var staddur á brotsteigarlinjuni, tá hann við vinstra beini heilfluktaði í kassan. Eitt fínt mál.
Og tá tit komu framum 2?0?
? Allan Mørkøre sendi langt fram. Todi snittaði í høgru bóltin fram um ein mótstøðumann, og so fór hann sum ein rakett frá honum. Tá hann kom inn móti málteiginum smekkaði hann inn við nærra stólpanum. Eg helt, at bólturin fór skeivu megin stólpan, men talan var um eitt fínt mál. Todi hevði trupulleikar við lærinum fyrstu dagarnar har niðri (og ikki rygginum, sum vit hoyrdu úr Spania, blm.), men tá hann kom fyri seg og vandi við, var tað tyðuligt, at hann er sera væl fyri, og eg rokni við, at talan verður um eitt heilt gott kappingarár hjá honum.
Trý tepur tap
Hetta var triðja ferðin, at Jan Dam spældi móti Íslandi, og hvørja ferð hevur tapið verið við einum máli:
? Í Höfn 27. juli í 1997 var tað harmuligt, tí tá skoraðu teir í yvirtíðini. Hesa ferð var tað sera harmuligt, tí vit høvdu gott tak á teimum og fingu tvey mál burturúr. Í steðginum fingu teir ein orduligan vals frá venjaranum, og hugburðurin hjá teimum var øðrvísi í 2. hálvleiki, tá tað kom væl til sjóndar, at teir vóru betri fyri, sigur Jan Dam, sum í tí fyrsta av teimum 38 landsdystunum skoraði einasta landsliðsmálið. Tað var 8. august í 1990 í Gundadali móti Íslandi. Ta ferðina skoraði hann uppá brotsspark til 2?2.
Føroyingar hava nú spælt seks ferðir móti Íslandi. Í 1?0 tapinum í fjør var Jan Dam ikki í hópinum. Í 1988 var eingin HB maður við í Íslandi, tí teir spældu móti Brøndby (tá var Jan Dam ikki komin í landsliðshópin). Tá føroyingar 2. juli í 1995 taptu 2?0 í Neskaupsstaði, var Jan Dam heldur ikki við:
? Minn meg ikki á tað. Tá vóru vit við HB í Tromsø, har vit taptu stórt í Intertoto!
Føroyar?Ísland 2?3 (2?1)
Í La Manga í Spania fríggjadagin 4. februar 2000, kl. 14.00
Dómarakvartett: Rune Pedersen, Noreg, Bo Blankholm Pedersen, Danmark, Finn Erik Rasmussen, Danmark og Nicolai Vollquartz úr Danmark
Áskoðarar: 150
1?0: Kurt Mørkøre 19
2?0: Todi Jónsson 37
2?1: Rikhardur Dadason br 40
2?2: Rikhardur Dadason br 57
2?3: Bjarki B. Gunnlaugsson 68
Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, Ayr United ? 2. Óli Johannesen, AGF, 15. Jan Dam, B68 (4. Jóhannus Joensen, HB, 46.), 3. Jens Kristian Hansen, liðformaður, Ayr United ? 6. Henning Jarnskor, GÍ, 9. Allan Mørkøre, ÍBV (7. Sámal Joensen, GÍ, 67.), 17. Fróði Benjaminsen, B68 (13. Rógvi Jacobsen, KÍ, 76.), 8. Julian Johnsson, Sogndal, 5. Øssur Hansen, B68 ? 18. Kurt Mørkøre, Sogndal (14. Heðin á Lakjuni, KÍ, 76.), 10. Todi Jónsson, FCK
Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 16. Sunvard Joensen, GÍ
Gult kort: Øssur Hansen 17. og Rógvi Jacobsen 84.
Venjari: Allan Simonsen
Uni Arge og Jákup á Borg vóru so mikið skaddir, at teir vóru ikki á beinkinum
Ísland: 1. Birkir Kristinsson, ÍBV (12. Arni Gautur Árason, Rosenborg, 46.) ? 2. Auðun Helgason, Viking Stavanger, 6. Rúnar Kristinsson, Lilleström, 7. Tryggvi Guðmundsson, 8. Helgi Kolviðsson, Mainz, 11. Rikhardur Daðason, Viking Stavanger (18. Haukur ingi Guðnason, Liverpool, 84.), 13. Einar Þór Danielsson (21. Indriði Sigurðsson, Lilleström, 31.), 15. Arnar Þór Viðarsson, Lokeren, 17. Ólafur Örn Bjarnason, Malmö (16. Sigurður Örn Jónsson, KR, 75.), 19. Þórhallur Hinriksson, KR, 22. Bjarki B. Gunnlaugsson, Preston (5. Sverrir Sverrirsson, Fylkir, 88.)
Gult kort: Bjarki B Gunnlaugson 27