Dan og hansara menn eiga møguleikan at kveikja spenningin

Nú er tað skjótt eitt ár síðani, at Víkingur fór av vøllinum uttan fulla úrtøku

Í fyrrakvøldið vann HB 1-0 ímóti EB/Streymi, og í gjárkvøldið vann KÍ 3-0 ímóti B68.

 

Víkingur er greitt oddalið, og tað verður skjótt eitt ár síðani, at víkingarnir fóru av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.

 

Dan Brimsvík og hansara menn í B36 fyrireika seg nú at fara norður til Gøtu. Takið er at steðga sigursrøðini hjá Víkingi og harvið at kveikja spenning í bestu deildini. Hetta er sætta umfar, og støðutalvan sigur, at Víkingur er einasta felagið, sum hevur vunnið fulla úrtøku.

 

Tað eru fimm stig frá B36 og fram til Víking. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki roynst so væl hjá B36. Í trimum teimum fyrstu umførunum vann B36 fulla úrtøku. Síðani er tað endað 2-2 á heimavølli ímóti 07 Vestur og við 1-0 tapi í Runavík.

 

Hjá B36 er Símun Sólheim leikbannaður, og á skaðalistanum eru Michal Przybylski, Eli Falkvard Nielsen og Benjamin Heinesen.

 

Hjá Víkingi eru Olaf Bárðarson, Jørgen Nielsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Andreas Lava Olsen á skaðalistanum.

 

Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00.