Í dag hevði kendi danski rithøvundurin Dan Turéll fylt 70 ár, um hann var á lívi.
Onkel Danny, sum hann varð róptur, fekk sítt gjøgnumbrot við Vangede Billeder í 1975. Íblástur fekk hann frá amerikonskum høvundum.
Innan gjøgnumbrotið starvaðist hann sum mjólkamaður, flytimaður, seljari, postboð, tíðindamaður. pushari, arbeiðsmaður, DJ, vindeygapussari og rættlesari.
Fyrsta virksemið við skriving var sum jazz ummælari. Og tónleikur hevði eisini sítt pláss og hevði týdning, tá hann seinni fór á ferð og helt fyrilestrar, og sum enternainari hugtók, har hann millum annað stóð við svørtum hatti og svørtum neglalakki. Hetta gjørdist hann kendur fyri.
Dan Turéll luttók á 4 tónleikaútgávum: "Dan Turèll og Sølvstjernerne" med Jan Kaspersen (1978), "Pas på pengene" med Halfdan E (1993), "Glad i åbningstiden" med Halfdan E (1996) og "Dan Turèll & Sølvstjernerne vender tilbage" (2004).
Hann doyði 15. oktober 1993 av krabba.