Dani sama lag sum Swangah Dangah

Ein vansi við, at tónleikarar ikki framleiða sín egna tónleik er, at framleiðarin kann selja tónleikin víðari til onkran annan. Og tað er júst tað, sum framleiðarin av lagnum “Frá Bygd til Bý” hevur gjørt.

 

Man ikki flestu føroyingar kenna eyðkenda lagið í sanginum “Frá bygd til bý”, sum Swangah Dangah gjørdist landskendir fyri í fjør.

 

Men nú ætlar ein dani at fáa eitt gjøgnumbrot við júst sama lagi sum Swangah Dangah.

 

Kalle Pimp hevur lagt eitt sang á YouTube, sum hevur júst sama lag sum hesin eyðkendi sangurin hjá Swangah Dangah.

 

Rappararnir úr Svanga hava eisini varnast hetta YouTube lagið.

 

-Til tykkum, sum ikki vita tað, so stendur í okkara fløguhúsa, at tónleikurin er produseraður av Anno Domini, siga Swangah Dangah á Facebook.

 

Hoyr lagið her: www.youtube.com/watch