Unga toftakvinnan Dania Oddmarsdóttir Tausen skal 9. apríl umboða føroysku miðnámsskúlarnar í íslendskari sangkappingini Söngkeppni framhaldsskólanna.
Dania Oddmarsdóttir Tausen vann rættin at luttaka í kappingini um vikuskiftið, tá hon vann eina serliga fyriskipaða undankapping millum næmingar á Miðnám á Kambsdali, Glasi og í Hoydølum. Dania Oddmarsdóttir Tausen umboðaði Miðnám á Kambsdali í kappingini.
"Söngkeppni framhaldsskólanna" er ein sangkapping, sum allir miðnámsskúlar í Íslandi skipa fyri. Tónleikakappingin hevur verið fastur táttur hvørt ár síðani 1990, og verður send beinleiðis í íslendskum sjónvarpi.