Bæði mans- og kvinnuliðið hjá VÍF hava havt spælandi venjarar úr Rumenia í ár, og serliga hjá kvinnunum hevur Ioana Rapa havt stóran týdning fyri liðið. Hon er gift við spælandi venjaranum hjá monnunum, Daniel Rapa, men hann hevur ikki gjørt so nógv um seg. Ein av orsøkunum til hetta er, at hann hevur verið nógv skaddur og tí ongantíð veruliga hevur spælt við fullari styrki.
Í dystinum móti Neistanum í Havn 9. desember noyddist Daniel Rapa enn einaferð at gevast, og tað hevur víst seg, at hann hevur meitt sær krossbandið í knænum so illa, at hann ikki verður at síggja aftur á vøllinum í ár.
? Eg eri sjálvandi sera keddur um hetta. Hondbóltur hevur sera nógv at siga fyri meg, og tað harmar meg nógv, at eg ikki kann spæla meir í hesum kappingarárinum, sigur VÍF-venjarin.
Hann vísir kortini á, at tað altíð ber til at síggja okkurt positivt í øllum, og at hetta ger, at hann nú betur kann konsentrera seg um venjarauppgávuna.
Daniel Rapa hevur ikki sligið sítt navn so fast sum eitt nú Hans Guðmundsson í H71 og Jacob Jónsson í Kyndli, men hetta kemst altso av, at rumenski venjarin hevur verið nógv skaddur í ár.
Annars heldur VÍF-venjarin, at kappingin í ár er sera spennandi, og at fleiri lið eru so at siga eins góð.
? Sjálvandi rokni eg við, at vit verða føroyameistarar. Tað skal eg gera, og tað geri eg eisini. Nú vann StÍF við 16 málum á okkum seinast, og tí rokna teir sjálvandi eisini við at verða føroyameistarar, og tað gera teir í H71 og í Kyndli sjálvsagt eisini, sigur Daniel Rapa.
? Hvat hendi í dystinum móti StíF, sum tit taptu 25-41?
? Tað dugi eg illa at siga. Allir okkara spældu sera illa, og teirra spældu væl. Men eg kann í øllum førum siga, at so stórt fer VÍF ikki at tapa aftur, meðan eg eri venjari, sigur hann.
Nú byrjar seinna helvt av landskappingini, og VÍF leggur hart út. Teir byrjað longu í annaðkvøld á heimavølli móti júst StÍF, sum teir taptu so nógv ímóti seinast. Leygardagin hava teir heimadyst móti H71, og sunnudagin eina viku seinni spæla teir í Havn móti Kyndli. Hetta eru tey trý liðini, sum Daniel Rapa heldur hava besta møguleika ? saman við VÍF ? at vinna FM-heitið.
? Eg rokni við, at hesir fyrstu dystirnir í endaspælinum verða sera týdningarmiklir fyri øll liðini. Um okkurt lið ger eitt mistak tíðliga í endaspælinum, kann tað kosta nógv í seinasta enda, og øll liðini vilja eisini fegin fáa eina góða byrjan nú aftaná nýggjár, sigur hann, men leggur afturat, at tað ikki fer at bera til at peika á nakran veruliga upplagdan føroyameistara fyrr enn seinni í kappingini.
? Tá endaspælið er komið í helvt, ber betur til at síggja, hvussu leikur fer, sigur hann.
Munur á hugburðinum
Daniel Rapa hevur ein tvey ára venjarasáttmála við VÍF. Bæði hann og konan Ioana trívast væl í Vestmanna. Sjálvur er hann úr rumenska høvuðsstaðnum Bukarest, sum er ein stórbýur, so tað er sjálvandi ein stór broyting at búgva í Vestmanna.
? Fólk eru fitt og blíð her, og øll eru góð við øll, sigur hann og leggur afturat, at hann er fegnari um at búgva í Vestmanna enn eitt nú á einum størri plássi sum í Havn.
? Mær dámar væl her í Vestmanna, og eg haldi, at tað er soleiðis við nógvum fólkum, sum koma úr stórbýum í Europa: Tey vilja fegin búgva á onkrum minni plássi, sigur hann.
Hann sigur annars, at tað er stórur munur á hugburðinum hjá hondbóltsspælarum í Vestmanna og Føroyum sum heild og so hjá teimum, har hann kemur frá. Her hava spælararnir eisini eitt arbeiði at hugsa um, og Daniel Rapa sigur eisini, at tað kann vera trupult at fáa spælararnar at geva nóg nógv undir venjing.
? Men vónandi kann eg fáa teir at koma eftir mær, heldur enn at eg skal fara eftir teimum, sigur venjarin, sum umframt VÍF-liðið eisini tekur sær av unglingalandsliðnum.
Stór skomm
Hetta liðið skal í endanum av hesum mánaðinum spæla EM-undandystir í Føroyum, og tað er Daniel Rapa eisini spentur uppá. Hann sigur, at ætlanin er at fáa sjónvarpið at senda onkran av dystunum, sum verða spældir í Havn og í Vestmanna, og at hetta kann hjálpa føroyska hondbóltinum fram.
Og nú vit tosa um landslið og framgongd, kann hann ikki lata vera við at koma við einum hjartasuffi:
? Eg haldi tað vera stór skomm, at Føroyar ikki hava eitt A-landslið í hondbólti. Eg merki tað á mínum spælarum, at teir mangla okkurt at síggja fram til. Teir hava verið føroyameistarar seinastu tvey árini og kunnu ikki koma longri. Hevði eitt landslið verið, hevði tað givið teimum meira at spælt fyri, enn teir hava nú, og so høvdu teir eisini blivið betri, sigur Daniel Rapa.
? Føroyar hava eitt fótbóltslandslið, sum stendur seg væl lutfalsliga, men eg ivist ikki í, at eitt hondbóltslandslið hevði fingið enn betri úrslit enn fótbóltslandsliðið. Norðurlond eru eisini millum tey fremstu í altjóða hondbólti, og tað eru nógvir góðir hondbóltsspælarar í Føroyum. Og teir hava uppiborið eitt landsliðspláss at spæla fyri, heldur Daniel Rapa.