Ein nýggj vindmyllulund í kattegat skal geva 400.000 húsarhaldum elektriskan streym Donsku orkumyndugleikarnir hava í dag gjørt av at byggja eina risastóra vindmyllulund í Kettegat.
Millu8m 100 og 175 vindmyllur skulu setast upp tey næstu fýra árini, og tá allar eru settar til, skulu tær lata 400 MW elorku, sum svarar til ársligu nýtsluna hjá 400.000 húsarhaldum, sigur danska kringvarpið DR.
Eftir ætlanini skulu vindmyllurnar setast upp ímillum Djursland og oynna Anholt.