Danir eru aftur í heimsflokki

Sigurin ímóti Kekkia í nógva hitanum í Baku ber við sær, at Danmark mikukvøldið skal spæla hálvfinalu á Wembley

Danmark - liðmynd í Baku eftir 2-1 sigurin ímóti Kekkia. Mynd: polfoto

Í heilt gomlum døgum – og tað vil siga fram til  og við sjeytiárini – tosaðu danir í fótbóltshøpi um OL bronsuliðið í London í 1948 og um OL silvurliðið í Róm í 1960.

 

Síðani vóru tað pengarnir, sum fingu valdið í fótbóltinum. Danir áttu spælarar í nógvum stórum feløgum í Europa, og tá ið danska fótbóltssambandið gav loyvi til, at fótbóltsspælarar, sum tjentu pengar fyri at spæla, aftur vórðu úttiknir at umboða føðilandið, sást tað aftur á landsliðnum, tá ið Sepp Piontek og hansara menn vunnu seg í EM endapælið í Fraklandi í 1984 og í HM endaspælið í 1986. Í báðum førum gjørdi danska landsliðið um seg, og tað varð hildið, at liðið átti at havt vunnið seg í finaluna.

 

So var tað EM landsliðið í 1992, sum danir tosa um. Fyrst og fremst tí liðið við Richard Møller Nielsen á odda vann EM, og tí liðið ikki kvalifiseraði seg at spæla í kappingini, men fekk møguleikan, tá ið stríðið á Balkan bar við sær, at Jugoslavia varð útihýst.

 

Síðani hava danir longst eftir nýggjum heilt stórum liði. Åge Hareide og hansara menn megnaðu at vinna Danmark fram millum 15 tey bestu í heiminum. Tað var tætt millum sigrarnar, hóast hugflogsríka spælið ikki var, sum tað plagdi at vera.

 

Danir hava vitað, at eitt nýtt ættarlið av fínum spælarum var á veg. Danmark hevur staðið seg væl í U-21 endaspølum, og síðani Kasper Hjulmand í koronatíðarskeiðnum tók við sum venjari hava tað verið ábendingar um, at nú var gamla snittið í donskum landsliðsfótbólti aftur at síggja. Bestu donsku spælararnir fáa løn í stóru feløgunum kring Europa, har teir eru fastir á liðnum, og nú er spælið aftur, sum tað plagdi at vera á landsliðnuim.

 

Í kvøld vístu donsku snillingarnir í Baku í Aserbadjan, at tá ið tað í nógva hitanum ikki altíð gekk so væl at vísa hugflogsríkt spæl, so var hitt vápnið at stríðast og at halda tørn í væl skipaðum verjuspæli.

 

Danmark vann 2-1 ímóti Kekkia eftir 2-0 í fyrra hálvleiki, og nú er tað greitt, at Danmark mikukvøldið skal spæla hálvfinalu í EM endapælinum á Wembley. Um tað verður ímóti Onglandi ella Ukraina verður avgjørt í kvøld klokkan 20, tá ið hesi bæði hittast á olympiska stadion í Róm.

 

-Vit hava verið ivasamir um, hvat vit fóru at megna eftir tað, sum Christian Eriksen var fyri í fyrsta dystinum, 12. juni, í Parkini. Vit vistu ikki, hvat vit fóru at megna, men dreingirnir hava víst, hvør dugur er í teimum, og eg eri vísur í, at ein stórur partur av frágreiðingini er stuðulin, sum vit hava fingið frá donsku áskoðarunum og Danmark og frá fótbóltinum kring allan heimin, sigur Kasper Hjulmand í samrøðu við DR.

 

Danmark - liðmynd í Baku eftir 2-1 sigurin ímóti Kekkia. Mynd: polfoto