Danir fáa meiri burtur úr oljuni

Betri tøkni og góður oljuprísur gera, at danir fáa nógv meiri burtur úr oljuni í Norðsjónum enn higartil hildið.

Í fjør gjørdi danska Orkustýrið eina meting av oljugoymslunum í Norðsjónum, men longu nú vísir ein nýggj meting, at oljan er heilar 250 mia. krónur meiri verd, enn metingin í fjør segði. Tað skrivar Børsen í dag.

Ein orsøk er, at oljufeløgini eru vorðin dugnaligari til at fáa meiri olju upp úr keldunum, og tað fer millum annað at hava við sær, at Danmark verður sjálvbjargið við olju til 2036. Harafturat tykist tað, sum at tann góði oljuprísurin fer at halda sær.

Orkustýrið sigur, at virðismetingin er sett eftir verandi oljuprísi, men hækkar hann, kann tað væl henda, at oljan verður uppaftur meiri verd.