Trine Bramsen, fólkatingslimur fyri Socialdemokratarnar og fyrrverandi ráðharri, skrivar soleiðis:
– Tillukku til Føroyar við einum risastórum feti fyri javnstøðuna.
Føroyska Sólbjørg Jakobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance og politiskur orðstýrari, sigur:
– Eg má innrømma, at eg fekk ein lítlan klump í hálsin í dag. Abortrættindi inntil 12. viku sær út til at vera á veg til okkara føroysku systrar. (...) Hetta er ein stórur sigur. Bæði fyri tey, sum fara at hava tørvin, men eisini fyri generellu áskoðanina á konufólk.
Pernille Skipper, fyrrverandi orðførari hjá Eindarlistanum og nú politiskur viðmerkjari, er samd við Sólbjørg og skrivar í viðmerking:
– Hatta er til at fáa gásarhúð av, sigur Pernille Skipper.
Marianne Vind, limur í Europa-Parlamentinum fyri Socialdemokratarnar:
– Fantastiskt, at Føroyar nú diskuterar at innføra fría abort. Fleiri enn 1380 abortir eru framdar í Danmark hjá føroyskum kvinnum. Forboð móti abort forðar ikki abortum. Tær flyta aðrastaðnis, skrivar hon.
Fyrrverandi fólkatingsvalevni fyri Frie Grønne, Elise Bjerkrheim, skrivar:
– Wow! Upp á tíðina!
At uppskotið er sent til hoyringar, frøðir eisini áhugafelagsskapin Sex og Samfund. Majbrit Berlau, aðalstjóri fyri Sex og Samfund, skrivar soleiðis:
– Stór tíðindi! Frí abort á veg í Føroyum. Endiliga er eitt ítøkiligt uppskot sent til hoyringar um fría abort inntil 12. viku. Avgerandi framstig fyri rættin hjá kvinnum til egnan kropp, um lógin verður samtykt.
Maria Lindhardt, sum er politiskur stjóri í Sex og Samfund, skrivar eisini:
– Hetta er eitt so týdningarmikið stig fram móti lovligari og tryggari abort fyri føroyskar kvinnur.
Eisini fleiri atfinningar
Í viðmerkingunum til mongu uppsløgini eru eisini kritiskar røddir, sum seta spurnartekin við uppskotið. Ein spyr til dømis, um frí abort hevur nakað við javnstøðu at gera, og summi vilja vera við, at abort er tað sama sum morð.
Thomas Martin Nielsen, rithøvundur og kjakari, skrivar til dømis eisini:
– Jubii! Nú kunnu føroyskar kvinnur eisini drepa teirra ófødda barn í staðin fyri at brúka trygga fyribyrging. Vorðið sum framstig fyri okkara civilisatión.
Ein annar viðmerkjari skrivar, at hetta er eitt stórt afturstig fyri javnstøðuna í Føroyum, og at tað er "ósympatiskt at tosa um rættin til egnan kropp í sambandi við barnadráp".
Vit hava ikki funnið nakrar kritiskar viðmerkingar frá donskum politikarum ella kendum aktivum kjakarum annars.
Tó hava fleiri atfinningar verið í føroyska kjakinum um uppskotið um fría fosturtøku til 12. viku.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur millum annað skrivað:
– Ein sorgardagur, sum krevur at føroyingar fara í bøn fyri ófødda barninum og foreldrum tess!
Føroya Pro Vita kallar uppskotið eina "samfelagsliga falliterklæring":
– Fosturtøka er ikki ein mannarættur! Lívið er ein mannarættur! skrivar Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita.