Danir gera sær dælt av au pair-gentum

Útlendskar gentur, sum koma til Danmarkar at tæna, fáa als ikki tær sømdir, sum reglurnar siga, hvørki tá tað snýr seg sum arbeiðstíðir ella samsýning, sigur fakfelagið FOA.

Felagið sigur seg hava dømi úr øllum landinum um gentur, sum arbeiðs alt ov nógv, og sum fáa alt ov lítla løn. Eitt nú vísir tað seg, at summar gentur arbeiða frá klokkan seks á morgni til klokkan tíggju ella ellivu á kvøldi fyri millum 1.000 og 1.500 krónur um mánaðin. Eisini hevur fakfelagið dømi um gentur, sum verða settar at gera tungt arbeiði so sum at høggja brenni, og tað eru eisini dømi um, at genturnar búgva saman við húsdjórunum hjá teimum, sum tær ræna hjá.

Reglurnar siga, at gentur, sum tæna, skulu hava minst 2.500 krónur í løn um mánaðin, og at tær skulu ikki arbeiða meiri enn 30 tímar um vikuna. Men genturnar, sum arbeiða longri og fáa minni løn enn ásett, tora sjáldan at siga nakað, tí so kunnu tær missa arbeiðið, og tað ber samstundis í sær, at tær missa uppihaldsloyvið í Danmark. Tí velja tær at tiga, sigur FOA.