Danir løgdu hart út

Fyrsti samráðingarfundurin við donsku stjórnina gjørdist harðari enn væntað. Stjórnin gjørdi greitt, at vit ikki fáa longri skiftistíð enn trý til fýra ár, og eisini legði hon tøl á borðið, um hvat føroyingar kosta dønum

John Johannessen

úr Keypmannahavn


Fyrsti samáðingarfundurin millum føroyingar og danir um føroyskt fullveldi gjørdist ein beinharður fundur.

Fundurin byrjaði klokkan tvey danska tíð - ein tíma seinkaður - og helt á til klokkan hálvgum tíggju á kvøldi.

Endmálið við fyrsta fundinum var, at føroyingar skuldu leggja sáttmálauppskot sítt fyri donsku stjórnina, og síðani skuldi ein leistur leggjast fyri víðari samráðingarnar.

Men danir vildu hava meira burtur úr fundinum enn so.

Tá Føroya løgmaður, Anfinn Kallsberg, hevði lagt sáttmálauppskotið fyri danir, valdi danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen at leggja eitt mótútspæl fyri føroyingarnar.

Mótspælið frá danska forsætisráðharranum var, at tað ikki kemur upp á tal, at føroyingar fáa eina skiftistíð, ið er longri enn trý til fýra ár. Harafturat legði hann á borðið nakrar útrokningar, ið vístu hvørjar útreiðslur danir hava av føroyingum.

Hetta roknstykkið fevndi ikki bert um ríkisveitingina til Føroya, men eisini um útreiðslur av føroyingum búsitandi í Danmark og um danskar pensjónir í Føroyum.

Ætlanin var, at almenningurin ikki skuldu fáa frænir av hesum roknstykki, men sunnudagin eydnaðist tað Føroysku Tíðindastovuni í Keypmannahavn at fáa fatur á tølunum, og vórðu hesi sunnukvøldið almannakunngjørd í Útvarpi Føroya.


Máttu fara hvør til sín

At danir fóru at leggja so hart út undir fyrsta samráðingarfundinum, hevði føroyska samráðingarliðið í Keypmannahavn ikki roknað við. Tí gjørdist fundurin til tíðir ógvuliga harður, og neyðugt varð at biðja um steðg í samráðingunum, so føroyska samráðingarnevndin fekk møguleika at tosa saman innanhýsis um støðuna.

Á hesum fundi varð gjørt av, løgmaður skuldi vísa danska forsætisráðharranum á, at endamálið við fyrtsa samráðingarfundinum var at leggja leist fyri víðari samráðingunum og einki annað.

Løgmaður skuldi krevja av forsætisráðharranum, at leisturin varð lagdur á hesum fundi, eins og avtalað í august. Bíðast skuldi við konkretu samráðingunum til á næsta fundi.

Kravið frá løgmanni skuldi vera, at partarnir skuldu gera eitt felags skjal um tíðarætlanirnar fyri samráðingarnar.


Óvæntaður tíðindafundur

Meðan føroyingarnir sótu fyri seg sjálvar og tosaðu saman um støðuna gjørdi danski forsætismálaráðharrin ikki mætari, enn at hann einsamallur helt ein tíðindafund fyri øllum teimum mongu tíðindafólkunum, ið spent høvdu sitið allan dagin í forsætismálaráðnum og bíðað eftir tíðindum frá samráðingarfundinum.

Tað var á hesum tíðindafundinum, at tann fyrsta almenna bumban brast í hesum máli.

Poul Nyrup Rasmussen greiddi fjølmiðlunum frá, at danska stjórnin hevði gjørt nakrar útrokningar, ið sýndu, at føroyingar ikki hava brúk fyri einari skiftistíð, ið er longri enn trý ella fýra ár. Tí ælaðu danir heldur ikki at ganga við til eina skiftistíð, ið var longri enn hetta áramál.

? Eitthvørt val um sjálvstøðu kostar. Skulu føroyingar gjalda, mugu teir eisini valda, segði danski forsætismálaráðharrin.

Kortini greiddi Poul Nyrup Rasmussen ikki frá, at danska fíggjarmálaráðið hevði gjørt nakrar útrokningar, ið sýna, hvat føroyingar kosta dønum.

Poul Nyrup Rasmussen varð seinni spurdur, hvussu tað ber til, at danska stjórnin valdi at melda út eitt ávíst áramál fyri eina skiftistíð.

? Komu vit ikki við einari greiðari útmelding, spældu vit ikki við opnum kortum. Eg haldi, at vit skylda øllum føroyingum, at vit vísa á greiðu støðu okkara undan samráðingunum. Fóru vit undir samráðingarnar uttan at siga, hvat útgangsstøðið frá okkara síðu er, vóru vit ikki rættvísir, staðfestir danski forsætismálaráðharrin.

Spurningurin er so, hvussu tað ber til, at forsætisráðharrin brast bumbuna mitt undir samráðingunum.

Men sambært Poul Nyrup Rasmussen brast bumban ikki mitt undir samráðingunum. Men beinan vegin hol varð sett á samráðingarnar.

? Eg gjørdi beinan vegin greitt fyri føroyingunum, hvat okkara útgangsstøði er, men pressan fekk tað ikki at vita, fyrr enn føroyingar vóru kunnaðir. Tað er jú sjálvsagt, vísir forsætisráðharrin á.


Føroyingar

skelkaðir

Tá føroyingar høvdu fingið at vita, at danski forsætisráðharrin á tíðindafundi mitt undir samráðingunum hevði hildið tíðindafund spann øði í føroyskal liðið. Gjørt varð av, at løgmaður saman við landsstýrisfólkunumm skuldi halda tíðindafund hálvan tíma seinni.

Á tíðindafundinum vístu bæði løgmaður og føroysku landsstýrisfólkini á, at tey mettu danska forsætisráðharran bera seg skeivt at í samráðingunum. Løgmaður segði, at danski forsætisráðharrin var farin at viðgera ávís punkt í føroyska sáttmálauppskotinum, og stríddi hetta ímóti tí, partarnir høvdu avtalað undan samráðingunum.

Heilt greitt sást á føroyska liðnum, at tey vóru skelkaði av støðuni, ið knappliga hevði tikið seg upp. Ikki minst vóru tey órógvað av, at Poul Nyrup Rasmussen hevði hildið tíðindafund í ótíð. Hetta helt onkur beinleiðis vera álitisbrot.


Semja um leistin

Eftir tíðindafundirnar hildu samráðingarnar fram. Og hálvan áttanda tíma eftir, at hol varð sett á, høvdu partarnir funnið fram til eina semju.

Londini bæði vóru vorðin samd um leistin fyri komandi samráðingunum um ríkisrættarligu støðuna og um, nær partarnir aftur skuldu møtast.

Samráðingarúrslitið er, at danir og føroyingar aftur skulu sessast við samráðingarborðið í byrjanini av mei mánaði. Tá skulu partarnir hava avklárað faktuella grundarlagið undir grundgevingunum fyri teirri skiftistíð, báðir partar í hvør sínum lagi hava víst á.

Løgmaður segði á tíðindafundinum beint eftir samráðingarnar, at hann roknar við, at tað fer at eydnast at halda eina fólkaatkvøðu um ein ríkisrættarligan sáttmála í heyst. Hetta hevði danski forsætisráðharrin onga viðmerking til, men partarnir hava kortini gjørt av at gera støðuna upp í endanum av juni.


Taktisk bumba

Stutta løtu eftir, at fyrsta umfar av ríkisrættarligu samráðingunum var av, brast aftur ein bumba í málinum. Nú skrivaði tíðindastovan Ritzau, at føroyingar undir samráðingunum høvdu kraft ein hátt fyri skiftistíð, ið kom at vara í eitt tíðarskeið á 63 ár.

Landsstýrið hevði lagt fram eitt modell fyri eini skiftistíð, ið segði, at ríkisveitingin skuldi næstu árini setast til 650 milliónir krónur og halda fram til hon var 3 prosent av samlaðu bryttotjóðarúrtøkuni.

Hesi tíðindi lupu øði í Føroyingar, sum sunnudagin váttaðu tíðindini um modellið, men vístu teir samstundis á, at eitt loft, ið segði, at skiftistíðin ikki kann vera longur enn 15 ár.

Sunnudagin bórust eisini tíðindini um útrokningarnar, danir løgdu fram um Føroyingar. Útrokningarnar, landsstýrið metir sum mannminkandi.

Sum skilst er seinasta bumban í fullveldismálinum ikki fallin enn, og fyrsta dagin kunnu vit, sum skilt vænta okkum enn feiri avdúkandi upplýsingar í málinum.