Teir hildu, at dómararnir alla tíðina dømdu til fyrimuns fyri Kroatia, og serliga í seinna hálvleiki kom hetta til sjóndar. Claus Møller Jacobsen, sum spældi ein góðan dyst fyri Danmark, segði soleiðis eftir dystin: - Vit koma ikki so væl frá fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki haldi eg, at vit spæla fult upp ímóti Kroatia. Vit bardust tó ímóti yvirmaktini í dag, tí vit høvdu tveir dómarar, sum bestemt ikki dømdu til okkara fyrimun.