"Og so er Danmark eisini í bólki við Ísrael, Føroyum og Moldova, ið eru tey veikaru liðini í bólkinum". Hetta er afturvendandi í donskum ítróttarmiðlum.
Danskir ítróttarmiðlar klára at nevna hvørji fimm lond Danmark er í HM-undankappingarbólki við, men tá tað kemur til at umrøða og greina mótstøðuliðini eru tað bara Eysturríki og Skotland, ið vera nevnd.
Bólkur F:
Danmark (12. (FIFA ranking))
Eysturríki (23.)
Skotland (48.)
Ísrael (87.)
FØROYAR (107.)
Moldova (177.)
Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand sigur Eysturríki vera sum eitt gott bundesliga-lið, og hann sigur seg skula nærgreina og nærlesa Skotland betur.
Kasper Hjulmand nevnir í samrøðu við donsku ítróttarmiðlarnar bara Eysturríki og Skotland sum eina hóttan móti dønum í kappingini um at vinna seg til HM-endaspælið í Katar á heysti í 2022.
Kasper Hjulmand sigur, at danir fara eftir at vinna bólkin. Eitt annað pláss merkir nakrar sera torførar play off dystir, og teir vil Kasper Hjulmand sleppa undan við at vinna undanbólk F.
Hetta er bert aðru ferð Føroyar eru í undankappingarbólki saman við Danmark. Í 1990 og í 1991 taptu vit 1-4 og 0-4. Í venjingardysti í 2000 vóru vit knáir og taptu 0-2 á Tórsvølli aftaná eitt gott avrik. Fyri stuttum taptu vit tó greitt 0-4 í venjingardysti í Herning har øll málini komu í fyrra hálvleiki.