Spotfestivalurin avdúkaði í dag 10 nýggj nøvn, eitt av teimum var bólkurin hjá Dánjal á Neystabø, Dánjal.
Norðurlendski bólkurin hjá Dánjal, ið herfyri spældi útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, fer sambært festivalinum at skapa eitt vet av balkanstemningi.
Dánjal hevur júst givið hálvfløguna Once út, og gevur á G!Festivalinum aðru helvt av útgávuni út. Hetta er ein sera vælspælandi og spennandi bólkur, og nýggja tilfarið skal uttan iva forføra nógv á Spotfestivalinum, ið er tiltikin bransjufestivalur, har tónleikavinnan kannar sær nýggj nøvn.
Frammanundan er greitt at Byrta spælir á ársins Spotfestivali.