Dánjal í 1001 minutt

Ókeypis tónleikur frá Dánjali á Neystabø

Dánjal á Neystabø hevur lagt skundboð út til fjepparar sínar.

Umvegis facebook-profil sín skrivar Dánjal, at næstu 1001 minuttirnar kunnu tey bæði fyrstu løgini frá komandi mini-útgávuni takast niður ókeypis.

Løgini eita Raindrops og Never Again, og tey kunnu takast niður á www.danjal.bandcamp.com