Danska stjórnin er í ferð við at leggja seinastu hond á ein hjálparpakka, sum serliga skal hjálpa pensjónsgrunnunum Teir donsku pensjónsgrunnarnir hava mist risastórar upphæddir í fíggjarkreppuni, og nú ger stjórnin eina roynd at rætta grunnunum eina hjálpandihond.
Sambært fjølmiðlunum kemur stjórnin við einum hjálparpakka, sum skal forða fyri, at pensjónsgrunnarnir selja sínar realobligasjónir. Tað verður gjørt á tann hátt, at realobligasjónir verða líka nógv verdar sum statsobligasjónir, sigur TV2.
Hjálpin frá stjórnini er tó ikki treytaleys. Eitt nú skulu pensjónsgrunnarnir lata inn roknskap eina ferð um ársfjórðingin.