Danmark hevur flutt yvir 300 fólk úr Kabul í dag

Fleiri donsk flogfør eru farin úr afganska høvuðsstaðum, Kabul, í dag. Harvið eru fleiri hundrað fólk flutt burtur.

Philip Davali/Ritzau Scanpix

Yvir 300 fólk eru flutt úr Kabul í dag. Tað er gjørt við fleiri flogferðum.

 

Tað sigur Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, á tíðindafundi uttan fyri Uttanríkisráðið í dag, um støðuna í Afganistan. Hann sigur víðari, at talan er um umleið 320 fólk.

 

– Í dag eru tvey flogfør farin úr Kabul móti Pakistan. Tað merkir, at vit hava fingið yvir 300 fólk út, sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri, á sama tíðindafundi.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Philip Davali/Ritzau Scanpix