Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur, at Danmark er opið fyri at senda friðarvarðveitandi herlið til Ukraina.
Ein samgonga av fúsum londum eru fyri at senda friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina, eftir at ein møgulig friðaravtala er komin í lag.
Millum londini, sum hava sagt, at tey vilja senda deildir til Ukraina, eru eitt nú Frakland og Stórabretland.
- Danmark hevur stuðlað Ukraina frá fyrsta degi, og samanlagt eru vit fjórð størsti stuðulin hjá Ukraina í øllum heiminum, sigur danski uttanríkisráðharrin.
Lars Løkke Rasmussen sigur, at Danmark fer ikki at venda ryggin til, um tað finst ein loysn, sum kann tryggja friðin í Ukraina og sum krevur, at Danmark er við.
Hetta sigur danski uttanríkisráðharrin við Danmarks Radio í kvøld.