Danska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk eina dreymabyrjan uppá heimsmeistarakappingina, sum í hesum døgum verður hildin í Noregi og Danmark. Mótstøðuliðið úr Angola tóktist púra fyri ongum, og Danmark vann tí dystin heili 31-12, eftir at tær donsku vóru frammanfyri 15-7 í hálvleikssteðginum.
Tað var Danmark, sum setti seg á dystin frá byrjan, og tá ið tíggju minuttir vóru leiktir, vísti máltalvan 5-0 til donsku genturnar. Danski sigurin var fyrst og fremst grundaður á gott verjuspæl, men eisini í álopsspælinum vísti danska liðið framúr dygdir, har tann sera vælleikandi Camilla Andersen og tann altíð vandamikla Tonje Kjærgaard á strikuni, gjørdu mest um seg.
Verjan stóð væl, og teir annars høgu leikararnir úr Angola, høvdu ilt við at spæla seg til veruligar málmøguleikar. Og har verjan ikki var, vóru málverjarnir báðir Lene Rantala í fyrra hálvleiki og Gitte Sunesen í seinna, sum báðar leiktu ein sera góðan dyst, og vóru helst størsta grundin til at danski sigurin gjørdist so stórur.
Tað gingu tíggju minuttir, áðrenn Angola fekk fyrsta málið - uppá brotskast.
Tað eigur ikki at vera tikið nakað frá donsku gentunum, tí tær leiktu ein góðan dyst, men leikaranir á Angola liðnum tóktust eitt sindur fjálturstungnar og høvdu ilt við at fáa spælið at ganga.
Hinvegin fingu donsku genturnar alt ov nógva tíð og pláss at spæla á, og hetta útnyttaðu tær til fulnar.
Men sum leið út á fyrra hálvleik dovnaði danska liðið eitt sindur, og tað var sum um, at Angola av álvara fekk lagt trýst á danska liðið. Tær drógu seg spakuliga men trygt uppat danska liðnum, soleiðis at einu løtuna vóru bara trý mál á muni, men so setti danska liðið ferðina upp, og kundi fara til hálvleiks við ein tryggari 15-7 leiðslu.
So leikandi lætt
Nógv hevur verið sagt og skriva um danska landsliði. Serliga eftir at fleiri av leikarunum, sum vóru við til at vinna heimsmeistaraheitið í Týsklandi fyri tveimum árum síðani, eru givnir at spæla.
Men Jan Pytlick landsliðsvenjari mann uttan iva halda, at hansara lið er einastandandi gott. Annað er óhugsandi, tá hann letur so góðar leikarar sum Camillu Andersen, Kristine Andersen og Tonje Kjærgaard sita á beinkinum frá byrjan, sum tilfeldið var, tá seinni hálvleikur var bríkslaður í gongd.
Men breiddin á danska liðnum er kanska størri enn vænta. Í hvussu so er megnaðu teir nýggju ungu leikararnir til fulnar at prógva, at dugur er í teimum. Serliga vongspæli sá út til at rigga stak væl, har Anja Nielsen og Louise Pedersen í høgru, og so Christina Roslyng í vinstru, sum av álvara fekk glið á sítt spæl, vístu góðar taktir.
Tað var so leikandi lætt, og danska liðið sýndi reinan uppvísningshondbólt móti endanum av dystinum.
Serliga ta eina málið hjá Christina Roslyng var gott. Camilla Andersen tveitir bóltin høgt inn í felti, har Roslyng kemur flúgvandi og bankar bóltin í málið. Angola leikararnir vóru rætt og slætt skolaðir av vøllinum, av einum sera væl uppløgdum donskum liði, sum veruliga sær út til at ætla sær langt í kappingini.
Hinvegin síggja møguleikarnir hjá Angola ikki út til at vera teir heilt stóru. Liðið hevur stutt sagt ikki tær dygdir sum skulu til fyri at standa seg í kappingini, og er langt frá tí stigi, sum til dømis tað danska liðið er á.
Tað var klassamunur á Danmark og Angola, og dysturin endaði tí við einum uppibornum 31-12 sigri til danska liðið.
Fleiri kend andlit
Fleiri kend hondbóltsandlit vóru at síggja millum áskoðaranar í Kolding týskvøldið. Eitt nú fyrrverandi landslisvenjarin, Ulrik Wilbek, sum legði frá sær eftir heimasmeistarakappingina fyri tveimum árum síðani, og Annette Hoffmann, sum var ein av leikarunum, sum var noydd at geva avboð upp til hesa kappingina, vegna skaða.
Tad eydnaðist Sosialinum at fáa ordi á Annette Hoffmann eftir dystin, og hon var bæði stolt og fegin um sigurin.
? Hetta var deiligt. Tað hevur stóran týdning at vit koma væl í gongd, og vinna allar okkara innleiðandi dystir. Dysturin í dag, var kanska eitt sindur merktur av, at hetta var fyrsti dysturin í kappingini, og so var mótstøða heldur onki at reypa av, legdi Annette Hoffmann stillisliga aftrat.
Spurd um møguleikarnar hjá danska liðnum at standa seg í kappingini, svaraði hon, at møguleikin altíð er har.
? Vit hava eitt sera ungt men gott lið. Ungu leikararnir síggja út til at fella væl til, so tað sær gott út. Fáa vit glið á okkara spæl, og eydnan verur við okkum, so vænti eg, at Danmark kemur langt í kappingini. Eg haldi at liðið saktans kann vinna á øllum hinum liðunum í kappingini. Eisini Noreg, segði Annette Hoffman at enda.