Danir løgdu seg á odda við máli frá Andreas Moos. Hetta var í 40. minutti, men sjey minuttir seinni svaraði Temu Pukki aftur fyri Finland.
Tá ein tími var spældur av dystinum var Andreas Moos aftur upp á spæl, og skoraði hann til 2-1 til Danmark.
Hetta sá eisini út til at skula verða endaliga úrslitið, men fýra minuttir fyri leiklok javnaði Jaako Lepola fyri Finland til endaliga úrslitið 2-2.
Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa hagtøl frá dystinum millum Ongland og Noreg.