Danmark og Grønland býta umstrídda oyggj við Kanada

Danmark, Grønland og Kanada jarða nú 50 ára gamla stríðið um Hans Ø og Labradorhavið og gera semju um býti.

 

Í nøkur ár fyrst í øldini var stríðið skipað soleiðis, at Danmark vant Dannebrog í húnarhátt og legði eina fløsku av snapsi eftir á oynni, meðan Kanada vant sítt flagg í húnarhátt og legði eina fløsku av wisky eftir seg til danir. (Arkivfoto). - Foto: Royal Danish Navy/Ritzau Scanpix

Eftir 50 ára ósemju um óbygdu Hans Ø er stríðið nú av.

Danmark, Grønland á aðrari síðuna og Kanada hinumegin gera avtala um býti av oynni og Labradorhavinum, sum skilir Grønland og Kanada.

Tað merkir, at Kongaríkið Danmark víðkast við einum nýggjum havøki, sum svarar til støddina á Danmark.

Hans Ø er umleið 1,3 ferkilometur til støddar. Hon liggur millum Kanada og Grønland og hevur symbolskan týdning fyri partarnar. Tað er ein av orsøkunum til drúgva stríðið.

Í 2018 var settur ein arbeiðsbólkur millum teir tríggjar partarnar, sum hevur hitst og hildið videofundir síðani fyri at arbeiða við at býta oynna. Tað eydnaðist í Reykjavík í Íslandi í november í 2021.

Við avtaluni verður gjørt ein landamark, sum fylgir norðursuður gjónni, sum er um oynna.

Tað merkir, at ríkisfelagsskapurin fær valdið á eitt sindur meira enn helminginum av oynni, sum verður býtt við Kanada hinumegin.

Um Grønland ein dagin fær fullveldi frá Danmark, fer økið at hoyra til heimsins størstu oyggj, sum ídag hoyrir undir Danmark.

Við avtaluni verður eitt maritimt mark frá Lincolnhavinum í norðuri til Labradorhavið í suðuri upp á tilsamans 3.882 kilometrar. Tað verður harvið heimsins longsta maritima mark og norðrasta mark í Schengen-økinum.

Avtalan verður undirskrivað í morgin av teimum trimum pørtunum. Tað verður gjørt við eitt hátíðarhald og skal í Danmark endaliga góðkennast av Fólkatinginum. Tað verður mett sum ein formlig samtykt, tá politikarar hava verið kunnaðir so hvørt.

Keldur við kunnleika til málið siga, at avtalan vísir, at lond kunnu loysa marknaósemjur í sátt og semju. Samstundis heldur kríggið hjá Russlandi í Ukraina fjórða mánaðin.

Síðani 1970'ini hevur verið eitt friðarligt stríð um Hans Ø, sum Thulefólkið hevur skírt »Tartapaluk«. Tað merkir nýraformað við tilsiping til skapið á oynni.

Alment hevur Hans Ø navn eftir einum grønlendskum veiðimanni og rannsóknarferðarluttakara.

Í nøkur á miðskeiðis í nullunum stríddust partarnir á tann hátt, at Danmark vant Dannebrog í húnarhátt og legði eina snapsafløsku eftir seg.

Kanadag gjørdi næstan tað sama: Tey vundu teirra flagg í húnarhátt og løgdu eina fløsku av wisky til danir eftir seg.

Marknastríðið hevur ikki ávirkað inuit í økinum, sum brúka oynna til at navigerta eftir og til veiðu.

/ritzau/

 

Í nøkur ár fyrst í øldini var stríðið skipað soleiðis, at Danmark vant Dannebrog í húnarhátt og legði eina fløsku av snapsi eftir á oynni, meðan Kanada vant sítt flagg í húnarhátt og legði eina fløsku av wisky eftir seg til danir. (Arkivfoto). - Foto: Royal Danish Navy/Ritzau Scanpix