Spania - Danmark 24-18 (9-9):
Dysturin var púra javnur fram til steðgin, og fyrst í seinna hálvleiki var ein glotti hjá Danmark, sum fekk tey bæði fyrstu málini. Men so svaraði Spania aftur og fór upp á 16-12 – og so sóust av álvara fyrstu tekin um, at hesin dysturin mestsum var avgjørdur.
Sponsku kvinnurnar bæði orkaðu og vildu meira í seinna hálvleiki, og tá tað samstundis stóð púra fast hjá teimum donsku í longum løtum, kundi tað ikki enda við øðrum enn sponskum sigri í bronsudystinum.
Serliga var tað spanski málverjin, Silvia Navarro, ið hevði eitt bjargingarprosent oman fyri 50, umframt at hon hevði nógvar sera beinraknar sendingar frameftir, ið gekk á odda í sponsku vendini í dystinum í seinna hálvleiki. Eisini Carmen Martín gjørdi nógv um seg og skoraði heili 10 mál í bronsufinaluni.
Í Danmark høvdu fleiri vónað, at tað skuldi eydnast at vinna fyrsta heiðursmerkið hjá kvinnunum í sjey ár, men einki spurdist burtur úr tí. Hinvegin byggja danskarar eitt nýtt lið upp, nú teir í 2015 skulu hýsa HM-endaspælinum, so tað ræður bara um at hava tol – og meðan bíðað verður, er eitt fjórða pláss ikki so galið.