Danmark hevur í kvøld tikið eitt risa stig ímóti HM endaspælinum, sum næsta summar verður í Suðurafrika.
Í Parkini var úrslitið ímóti Portugal 1-1.
Niklas Bendtner legði í 43. minutti Danmark á odda við framúr fínum máli.
Í 2. hálvleiki spenti Portugal álopsbogan ógvuliga nógv. Tað eydnaðist at javna til 1-1, og soleiðis endaði dysturin.
Úrslitið ber við sær, at Danmark hevur kós ímóti endaspælinum í Suðurafrika næsta summar. Portugal hevur mest sum mist møguleikan at røkka endaspælinum.