Tær næstu vikurnar fer danska stjórnin at royna at fáa meiriluta í Fólkatinginum fyri teirri sokallaðu 2020-ætlanini, sum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Lars Barfoed, løgmálaráðharri, løgdu fram í gjár.
Ætlanin hjá stjórnini skal tryggja javnvág í tí almenna húsarhaldinum í 2020, og fyri at røkka málinum skulu politikararnir finna 23 milliardir krónur afturat teimum 24, sum teir funnu við Endurreisingarpakkanum í fjør.
Meginpartin, 18 milliardir krónur, ætlar stjórnin at fáa við at útseta eftirlønaraldurin og fólkapensjónsaldurin. Eftir uppskotinum hækkar eftirlønaraldurin stigvíst frá 2014 úr 60 í 62 ár, og frá 2019 hækkar fólkapensjónsaldurin stigvíst úr 65 í 67 ár. Samstundis verður skotið upp at strika eftirlønina, soleiðis at tey, sum høvdu fyrlt 45 seinasta ársskiftið, missa rættin til eftirløn.
Broytingar í fyritíðarpensjónsskipanini og SU skulu geva tríggjar milliardir krónur, og tær báðar seinastu milliardirnar ætlar stjórnin at útvega við rationaliseringum og sparingum á verjuøkinum.
At enda sigur stjórnin, at verður 2020-ætlanin fram til fulnar ella annað, sum gevur sama úrslit, kann tann almenna nýtslan veksa 0,8 prosent um árið frá 2014.
Tey næstu 10 árini ætlar stjórnin at gera íløgur fyri meiri enn 200 milliardir krónur í samferðsluna, heilsuverkið, eldraøkið og skúlaverkið og at útvega 125.000 arbeiðspláss í teirri privatu vinnuni.