Danmark vann 28-24 á Íslandi

Danmark vann 28-24 á Íslandi í EM í hondbólti. Ísland mátta spæla uttan seks koronuraktar spælarar.

 

Myndir: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix

Danska manslandsliðið í hondbólti megnaði favorittleiklutin og vann á Íslandi í EM 28-24 á Íslandi, sum mangan hevur havt gott tak á Danmark.

 

Sigurin var tó eitt sindur bíligari enn væntað, tí seks íslendingar, teirra millum fleiri lyklaspælarar, vórðu staðfestir positivur við koronu og kundu tí ikki spæla.

 

Restin av íslendska liðnum stríddist djarvt og fylgdi væl við Danmark í dystinum. Men afturvendi Mathias Gidsen knallaði fleiri bóltar í máli, og Kevin Møller, sum kom inn fyri Niklas Landin, var ein brandur í málinum.

 

##med2##

 

Sigurin hjá Danmark var tann fjórði á rað í EM og nú hevur Danmark fýra stig í millumspælinum.Tað hevur Frankaríki eisini, sum í dag vann á Hollandi, meðan Ísland enn hevur tvey stig.

 

Positivar koronukanningar høvdu við sær, at profiar sum Aron Pálmarsson og Gísli Thorgeir Kristjánsson ikki kundu spæla.

 

Tú kundi hildið, at tað fór at darva vælsmurdu álopsmaskinuni, men í staðin kom Íslandi sterkari frá byrjan.

 

##med4##

 

##med5##

 

Danski landsliðisvenjarin, Nikolaj Jacobsen, royndi at fáa Magnus Saugstrup og síðani Magnus Landin upp í donsku verjuna fyri at hála tempoið úr álopinum hjá Íslandi.

 

Undir leiðslu av Óamar Inga Magnússyni funnu íslendingar holin í donsku verjuni og hamraðu fleiri mál í netið handan Niklas Landin, sum bara var skrásettur fyri tvær bjargingar, áðrenn hann varð skiftur út og Kevin Møller kom inn í málið.

 

Við Kevini Møller sum aftasta skansa gjørdust arbeiðstreytirnar truplar hjá íslendingum.

 

##med6##

 

Fimm bjargingar í átta royndu í fyrra hálvleiki forðaðu íslendska álpinum, og samstundis var sást tað ikki á Gidsel, at hann seinastu fimm dagarnar hevði drigist við pínu í rivjabeinunum.

 

GOG-spælarin spældni hund við íslendsku verjuni, sum als ikki megnaði at steðga 22 ára gamla høgra bakkinum.

 

Sjey mál í átta royndum gjørdist tað til fyri steðgin hjá Gidsel, og Danmark kom stórt sæð til ein møguleika, hvørja ferð hann var í álopi.

 

12-12 gjødist til 15-12, áðrenn Danmark fyri steðgin kom fram um 17-14 framman fyri 5060 viðhaldsfólkum, sum høvdu leitað sær ti MVM Dome í Budapest. Áskoðarar fyltu fjórðingin av áksoðaraplássunum.

 

##med3##

 

##med7##

 

Tá Sigvaldi Guðjónsson minkaði um munin til 17-19 við einum kontraálopi, og eftir enn eina danska villu var munurin niðri á einum máli.

 

Men Gidsen var ikki farin, og við tveimum skjótum málum økti hann aftur um donsku leiðsluna til trý mál hóast teir vóru í undirtali.

 

Ein fótparada hjá Kevin Møller elvdi til, at Danmark kom á odda við fýra málum, og samstundis fóru útvísingarnar at hekla yvir Ísland.

 

##med8##

 

Tað hjálpti tó ikki teimum bláu, at Mikkel Hansen brendi trðja brotskastið í dystinum, og sum heild vóru ov nógvar villur í seinna hálvleiki.

 

Danmark var tó alla tíðini eitt fet frammanfyri, og við eleganta loppinum til 26-22 gav Emil Jakobsen Danmark seinasta málið til sigurin.

 

Danmark skal møta Kroatia í øðrum dystinum í millumspælinum.

 

/ritzau/

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Myndir: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix