Danski sangurin var tryggur vinnari í Eurovision kappingini, sum í kvøld varð hildin í Malmø í Svøríki.
Danmark var stórur favorittur fyri kappingina, og tað vísti seg eisini at halda. Hóast Aserbajan og Ukraina royndu at hótta danska favorittin, so megnaðu tey ikki at skala Danmark, tá Europa atkvøddi.
20 ára gamla Emmelie De Forest framførdi sangin Only Teardrops, og tað gjørdi hon so sannførandi, at hon endaði langt framman fyri øll hini í kappingini.
Hetta er triðju ferð, at Danmark vinnur kappingina, og tá Brøðurnir Olsen vunnu fyri 13 árum síðani, var kappingini eisini hildin í Malmø.
Sigurin merkir, at Danmark næsta ár er vertur fyri Eurovision kappingini.