Danmark vann tættan dyst

Danmark vann í kvøld tann avgerandi dystin ímóti Russlandi í EM-kappingini í Spania, men dysturin bleiv júst so trupul, sum fleiri viðmerkjarar væntaðu.

 

Russar vóru alla tíðina í hølunum á dønum, og hvørja ferð danir komu nøkur fá mál framum, eydnaðist tað russum at taka teir aftur. Móti endanum dró Danmark kortini frá og vann dystin 31-27. Hálvleiksstøðan var 14-13 til danir.

 

Danmark er nú á odda í sínum bólki og má sigast at vera væl ávegis í áttandapartafinaluna.

 

Aðrir dystir í dag:

Montenegro - Frakland 20-32,

Qatar - Makedonia 30-34,

Tunesia - Týskland 25-23,

Kili - Ísland 23-38,

Argentina - Brasil 20-24.