Danmark var bjargað av einari VAR avgerð í yvirtíðini

Danmark vann 1-0 á Norðurírlandi, ið mátti síggja VAR taka eitt gott stig á útivølli frá teimum

Danmark vann 1-0 á Norðurírlandi í Parkini í Keypmannahavn í dysti í EM-undankappingarbólki H.

 

Sigursmálið skoraði Jonas Wind stutt aftaná steðgin, tá hann gagnnýtti eitt mistak hjá norðurírsku verjuni.

 

Meir enn tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fegnaðust norðurírar og teirra 1.700 áskoðarar, tá 18 ára gamli West Ham United leikarin, Callum Marshall javnaði til 1-1.

 

Men so kom VAR upp í leikin. Dómarin hevði samband við VAR-rúmið í heilar fýra minuttir áðrenn dómarin fall: talan var um rangstøðu tá bólturin var sendur inn í danska brotsteigin.

 

Minuttirnir, ið vóru lagdir aftrat blivu heilir 12 í tali áðrenn bríkslað var á seinasta sinni.

 

Donsku miðlarnir og donsku leikararnir viðganga, at Danmark var sera heppið at fáa øll trý stigini í kvøld. 

 

Í sama bólki vann Finnland við málum frá Joel Pohjanpalo og Antman 2-0 (1-0) á Slovenia á heimavølli. Kasakstan vann á útivølli 3-0 (1-0) á San Marino.

 

Danmark, Finnland, Slovenia og Kasakstan hava øll seks stig fyri tríggjar dystir. Norðurírland hevur trý stig og San Marino er aftast við ongum stigi í undanbólki H. 

 

##med2##

 

Norðurírski landsliðsvenjarin, Michael O´Neill var sera vónbrotin um VAR avgerðina, ið kostaði liði hansara eitt týdningarmikið stig