Vit hava fyrr í ár havt fleiri greinir um Isle of Skye, sum eisini verða kallaðar Innaru Hebridurnar út fyri skotsku útnyrðingsstrondini. Í mai var eitt ferðalag úr Føroyum á vitjan, og vikuna aftaná var journalisturin Cailean Maclean í Føroyum, her hann fyrireikaði eina sending, sum skuldi gerast fyri BBC á gæliskum máli.
Henda sending skuldi takast upp um ólavsøkutíðina, og týsdagin kom eitt lið við fýra fólkum higar, sum fram til mánadagin skal gera upptøkur til umrøddu sending, sum fyrst og fremst verður um mentan. Ein slík sending fer uttan iva fer at vera ein góð reklama fyri Føroyar í Bretlandi.
Mikumorgunin vóru sjónvarpsfólkini í Tinganesi. Ørindini vóru tey sjáldsomu at vísa løgmanni skotskan dans. Við sær høvdu tey nevniliga eina kenda dansarinnu, sum kallast Jayne Maccleod. Hon er frá Isle of Lewis, sum er høvuðsoyggin í Uttaru Hebridunum, har Stornoway er høvuðsbýurin. Jayne er kend um alt Skotland fyri sín vakra dans.
Tað eru sjálvsagt nógvir skotskir dansir, men hesin kallast Highland Fling, sum stavar frá 1700 talinum og upprunaliga var ein krígsdansur.
Løgmaður var hugtikin av hesi framførslu og takkaði so hjartaliga fyri. Samstundis høvdu fólkini frá Isle of Skye eina serliga gávu til løgmann. Hetta vóru talvfólk við eini serligari søgu. Hon er tann, at á oynni Lewis hendi tað í 1831, at aftaná nógv brim kom ein merkiligur bygningur undan sandinum. Ein bóndi, sum arbeiddi har á leiðini, kom fram nakrar figurar, sum hann tók fyri at vera trøll og álvar. Pátrúgvin var stór, so hann blakaði spakan og rýmdi í ræðslu. Hann greiddi konuni frá hesum, og hon fekk hann at fara aftur á staðið at hyggja eftir, hvat hetta var. Tá kom hann eftir, at her var talan um onkrar leivdir av keltiskum uppruna, og hann tók teir til hús. Hann seldi teir ein savnara, sum fann fram til, at hetta vóru talvfólk. Serfrøðimgar meta hesi talvfólk at vera tey mest einastandandi talvfólk av gomlum uppruna, sum yvirhøvur eru funnin.
Upprunaligu talvfólkini eru á ymsum søvnum, og tey hjá løgmanni eru sjálvsagt eftirgjørd, men hetta kann sigast at vera ein sera forvitnislig gáva. Um tey so kunnu brúkast í politiska talvinum er ein onnur søga.
Tað er eingin ivi um, at ein slík vitjan kann bert vera til gagns fyri sambandið millum Føroyar og Isle og Skye. Sum vit hava greitt frá í okkara frásagnum frá Skye, hava samfeløgini heilt fitt til felags og áhugi er eisini fyri samstarvi í báðum økjum. Tað er eisini hampiliga lætt at koma til og frá við verandi ferðasambandi. Samstarvið er longu byrjað við sínámillum kunning, og vit eiga sjálvsagt at halda áfram við hesum.
Nú sjónvarpslið er komið higar at gera eina sending um Føroyar, hvat um okkara sjónvarp gjørdi tað sama at fara hagar.