Dansibandfestivalurin, tann 4. í røðini, er í Vági um vikuskiftið.
Festivalurin verður hildin á ítróttarøkinum á Eiðinum í Vági - í Høllini ogí VB húsinum, har eisini campingøki er.
Longu í gjár komu fyrstu campingvognarnir, og í dag legst afturat, og standa teir nú bæði á campingøkinum niðanfyri høllina, og á stóra parkeringsøkinum omanfyri høllina.
Festivalskráin byrjarði í kvøld við søguligum gongutúri og syngið-við tiltaki., og í morgin verður so av álvara lagt til brots.
Sóra útlendska navnið hesaferð er Fernandoz úr Svøríki, umframt Gutta fra Scandinavia úr Noreg. Úr Føroyum luttaka Hans Jacob og Vinmenn og LM Band.