Ársins dansibandsfestivalur er í hæddini, og heldur fram í kvøld, sum er síðsta kvøld á festivalinum.
Í dag hevur dansibandsguðstænasta verið í Vágs Høll. Símun Persson Jacobsen, prædikaði. Ásgerð Stenberg Olsen og Fríði Sigmundsson framførdu.
Annars er hetta á skránni í kvøld:
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Kári Poulsen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum. Er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 23.00 Almennur dansur. Til dansin spæla Contiki (NO) og PK og Dansefolket (NO).
Kl. 03.00 Dansurin endar.











