Ingvald á Kamarinum er ikki sørt errin í hesum døgum. Hann er leiðari á Fjordskolen í Holbæk, Danmark. Ein privatur serskúli fyri næmingar við atferðartrupulleikum. Ein skúli, sum um dagarnar fekk prógv fyri, at hann telist millum bestu serskúlarnar í Danmark.
Mikudagin í farnu viku fekk skúlin forkunnuga vitjan. Tíggju serlærarar úr Onglandi løgdu høvdu sett ein heilan dag av til vitjan á Fjorskolen, soleiðis at teir kundu síggja hvussu Ingvald á Kamarinum og hini á skúlanum arbeiða í dagligdegnum.
Føroyskar metodir
Tað er Det Danske Kulturinstitut og British Council, ið samskipa túrin hjá onglendingunum, sum leita sær íblástur til teirra dagliga arbeiði í Onglandi. Teir skulu bert vitja ein serskúla, og Det Danske Kulturinstitut peikaði altso á Fjordskolen fram um aðrar serskúlar í Danmark.
– Skúlan hava vit fingið viðmældan frá støðum, sum arbeiða við børnum við somu trupulleikum, segði samskiparin Helle Rønne frá Det Danske Kulturinstitut við Venstrebladet í farnu viku. Det Danske Kulturinstitut er ein stovnur, sum umvegis danska Mentamálaráðið fær árliga statsjáttan.
At Det Danske Kulturinstitut velur Fjordskolen fram um aðrar líknandi skúlar í Danmark, fegnast Ingvald á Kamarinum sjálvsagt um.
– Jamen tað er gott at hoyra, at onkur virðismetir tað arbeiði, vit gera, sigur Ingvald á Kamarinum sambært blaðnum. Hann vísir í greinini á, at skúlin í stóran mun er skipaðir eftir føroyskum “metodum”, sum tikið verður til. – Og tað riggar væl í Danmark, sigur Ingvald á Kamarinum.
Ynskja Ingvald til Onglands
Ingvald á Kamarinum gleddi seg sjálvsagt til forkunnugu vitjanina. Tá mikudagurin var av, vóru tað onglendingarnir sum gleddust. – Eitt fantastiskt konsept, søgdu teir millum annað.
– Eg haldi Fjordskolen við 17 næmingum hevur eina góða stødd. Eg haldi eisini skúlin hevur nøkur frálík hugskot, tá tað kemur til at “fanga” næmingarnar, segði Dan Rowell frá Sacred Heart Catholic High School, ein gentuskúli við 1200 næmingum, við Ventrebladet mikudagin.
Tað var altso »lutter roser«, sum Venstrebladet tekur til, til Fjordskolen. Nakrir av lærarunum spurdu enntá Ingvald, um hann ikki hevði ætlanir um at opna ein líknandi skúla í Onglandi, tí so høvdu teir søkt um starv har.
– Hetta er ein góð kensla. Vit eru errin skúlans vegna, og næmingarnir hildu tað vera spennandi, at fólk eru komin allan vegin úr Onglandi at vitja okkum, sigur Ingvald á Kamarinum.