Danska grundlógin galdandi – men ikki alvaldandi

Sanniliga er danska grundlógin galdandi í Føroyum. Annað er absurd at siga. Hon er tó ikki alvaldandi, og hon skal ikki avmarka møguleikarnar hjá føroyska samfelagnum at mennast sambært egnum tørvi.

Aksel V. Johannesen
-----

Blaðmaðurin á Dimmalætting, Heini Gaard, ber á grækarismessu tey tíðindi, at eg undir 1. viðgerð av uppskotinum um eina føroyska stjórnarskipan á tingsins røðarapalli kom til ta niðurstøðu, at danska grundlógin ikki var galdandi í Føroyum.

Hetta er ikki rætt. Tey, sum vóru í løgtingssalinum, fataðu neyvan heldur mína røðu á sama hátt sum blaðmaðurin. Høvdu tey tað, so hevði røðan uttan iva elvt til mikið kjak. Tað gjørdi hon á ongan hátt. Um blaðmaðurin hevur miskilt mín boðskap, havi eg møguliga ikki verið nóg greiður. Tí henda rættleiðing.

Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur framvegis ta fatan, at ein føroysk stjórnarskipan skal virða galdandi stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur annars, m.a. donsku grundlógina. Stjórnarskipanin skal altso virða ríkisfelagsskapin.

Blaðmaðurin á Dimmalætting kemur helst til sína tulking grundað á hesi orð frá mær (leysliga endurgivið):

”Ríkisfelagsskapurin er, sum er, ein politisk skipan. Tørvur, ynski og gott forstáilsi hava loyvt okkum at víðka okkara heimildir út um tey mørk, sum danska grundlógin setir. Tað er ikki samsvar millum tað formella í grundlógini og reellu støðuna hjá Føroyum. Tí tað er nokk ongin ivi um, at vit í dag, fyri ein stóran part, eru uttanfyri donsku grundlógina. Hon heimilar formelt hvørki okkara lóggávuvaldi, okkara skattaskipan, okkara samráðingum við onnur lond, yvirtøkuna av undirgrundini o.s.fr.

Tveir serkønir í statsrætti – Frederik Harhoff og Ole Spiermann – hava greitt ávíst, at reella støða Føroya er uttanfyri formellu grundlógina. Grundlógin virkar væl, har hon virkar, og hon tryggjar føroyingum rættindi, men tað er ikki hon, sum regulerar ríkisfelagsskapin. Hon (grundlógin) sigur ikki eitt orð um ríkisfelagsskapin.”

Blaðmaðurin á Dimmalætting tulkar hetta eftir øllum at døma soleiðis, at mín niðurstøða er, at danska grundlógin ikki er galdandi í Føroyum. Henda tulking er skeiv.

At siga, at danska grundlógin ikki hevur gildi í Føroyum, er ein absurdur pástandur. Hon kann jú brúkast í rættinum. Fólk kunnu verða dømd sambært grundlógini. Fleiri enn 30.000 føroyingar velja 4. hvørt ár tvey umboð í danska Fólkatingið - sambært donsku grundlógini. So sjálvandi hevur hon gildi.


Pragmatisma ræður

Tað, sum eg vísti á, var, at ríkisfelagsskapurin og broytingarnar, sum eru framdar í honum, síðani vit fingu heimastýrislógina, í lítlan mun byggja á løgfrøði, men heldur á politikk.

Í staðin fyri at lata løgfrøðina ráða og vera ein forðing fyri framstigum, so hava skiftandi stjórnir og landsstýri latið politiskt forstáilsi, politiska vælvild og politiska pragmatismu ment føroyska samfelagið og víðkað okkara heimildir, so hvørt tørvur hevur verið á hesum.

At danska grundlógin er galdandi í Føroyum, hevur Javnaðarflokkurin ongantíð sett spurnartekin við og ger tað framvegis ikki. Javnaðarflokkurin hevur samstundis ongantíð góðtikið, at danska grundlógin skal forða fyri, at føroyska samfelagið skal mennast, og at heimildirnar verða víðkaðar.

At vit fingu heimastýrisskipanina – og harvið lóggávuvald – hildu mong ikki bera til, tí tað var brot á grundlógina. Tað var tað kanska eisini, sæð úr einum betongjuridiskum sjónarhorni. Grundlógin loyvir jú bara einum parlamenti, men tað góðtók Javnaðarflokkurin ikki.

Tá Danmark fór inn í EF, hildu mong tað vera grundlógarbrot, um Føroyar ikki fylgdu við, tí sambært grundlógini kann danska ríkið bara hava ein uttanríkispolitikk. Tað góðtók Javnaðarflokkurin ikki. Tað snúði seg ikki um, hvat grundlógin segði – tað snúði seg um, hvønn tørv føroyska samfelagið hevði.

Sama er at siga um yvirtøkuna av undirgrundini og yvirtøkuna av t.d. kirkjuni: Javnaðarflokkurin góðtekur ikki, at danska grundlógin forðar menningini av føroyska samfelagnum.


Ikki svart ella hvítt

Samstundis sum vit ásanna, at grundlógin er galdandi, ásanna vit eisini, at tað als ikki bara er danska grundlógin, sum regulerar føroyska samfelagið. Í donsku grundlógini stendur t.d. nágreiniliga um politisku skipan Danmarkar – men einki um okkara politisku skipan.

Danska grundlógin sigur heldur einki um ríkisfelagsskapin.

Tí er tað ikki svart ella hvítt. Tað er ikki antin–ella. Danska grundlógin er galdandi, men hon er ikki ein forðing fyri at tillaga ríkisfelagsskapin til tann tørv, føroyska samfelagið hevur.

Vit vilja, at føroyska samfelagið skal mennast sambært tí tørvi, vit hava, og tað hevur borið sera væl til, síðani heimastýrisskipanin kom. Júst tí at ríkisfelagsskapurin ikki hevur bygt á strangar grundlógartulkingar, men tí at politisk pragmatisma hevur valdað.

Samanumtikið: Grundlógin er galdandi, men ikki alvaldandi. Tað hevur altíð verið hugsan Javnaðarfloksins, og tað er tað framvegis.

Vónandi eru øll ivamál við hesum ruddað av vegnum.