Donsku hondbóltsmenninir fingu í dag eini keðilig tíðindi beint fyri HM endaspælið í hondbólti.
Bakkurin Mads Mensah Larsen Larsen varð staðfestur positivur við koronu og er farin í sóttarhald. Tað boðar Dansk Håndbold Forbund (DHF) frá á heimasíðuni.
– Tað er sjálvan sera ørkymlandi ikki at vita, um eg kann vera við frá byrjan til HM.
– Serliga tá korona hvørki í Danmark ella í Svøríki verður mett sum ein kritisk sjúka, og eg annars kenni meg fríslkan.
– Men tað er ikki annað at gera, enn at síggja, hvussu leikur fer, sigur Mads Mensah Larsen við heimasíðuna hjá hondbóltssambandinum.
Allir hinir spælararnir og leiðararnir eru staðfestir negativir fyri koronu og kunnu í dag venjar fyri næstsíðstu ferð, áðrenn teir fara til Svøríki at spæla fyrsta dystin í HM endaspælinum.
Danmark spælir fyrsta HM dystin fríggjadagin ímóti Belgia. HM er í Svøríki og í Póllandi.
/ritzau/