Sjáldan mann eitt føroyskt klædnaplagg hava fingið so nógv umrøðu – og góða reklamu – sum troyggjurnar, sum Guðrun & Guðrun hava gjørt til donsku sjónvarpsrøðina Brotsgerðin.
Vælumtókta spenningsserian hjá Danmarks Radio hevur drigið nýtt føroyskt klædnadesign fram í prime-time sjónvarpi í Danmark, og løgreglukvinnan Sarah Lund hevur mest sum verið eitt livandi lýsingaátak fyri tveimum føroyskum troyggjum.
Sjónleikarin Sofie Gråbøl hevur leiklutin sum Sarah Lund í Brotsgerðini, sum eisini føroyska Sjónvarpið hevur sýnt, og nu um dagarnar fingu vit orðið á Sofie Gråabøl.
Hvussu hevur tú tað við, at Brotsgerðin er blivin so populer og verður so nógv umrødd?
- Tá ið fyrsta umfarið av Brotsgerðini varð sent, vaks spenningurin um, hvør drápsmaðurin varð, so líðandi, men hesaferð er tað longu eftir fyrsta part, at fólk eru gingin amokk í teorium um, hvør drápsmaðurin er. Fólk diskutera lívliga á netinum og aðrastaðni, og summi tippa og vedda um, hvat tað endar við. Tað er stuttligt. Eg kann ikki ringja eftir einum hýruvogni, uttan at eg verði spurd um, hvør mordarin er. Áhugin fyri sendirøðini snýr seg serliga um, hvussu morðgátan verður loyst, og áhugin koyrir ikki so persónligt upp á meg, og tað dámar mær væl.
Hví er Brotsgerðin blivin so væl umtókt?
- Tað eru fleiri orsøkir til tað. Fyrst og fremst er tað tí, at tað er ein góð søga, sum ikki tosar niður til fólk. Tá ið Søren Svejstrup, sum hevur skrivað Brotsgerðina, greiddi mær frá, at hann ætlaði at gera eina sendirøð í 20 pørtum, har tað bert var eitt morð, hugsaði eg, tað fór slettis ikki at ganga. Tað tíma fólk ikki at hyggja eftir. Men tað hevur víst seg, at fólk tíma væl hesa søguna, sum gongur við lágari ferð, men hevur ein vissa dýbd og er eitt sindur myrk.
Vildi vera minni kvinnulig
Hvat dámar tær at spæla leiklutin sum Sarah Lund?
- Framleiðararnir av Brotsgerðini settu seg rættiliga tíðliga í samband við meg um hendan leiklutin, og tað hevur eisini havt við sær, at eg havi verið við í prosessini frá byrjan. Eg hevði hug at spæla ein annan leiklut enn teir, sum eg hevði spælt nógv av frammanundan. Eg vildi verða ein kvinna, sum var minni kvinnulig - ikki tosaði so nógv, og ikki var so nógv stýrd av sínum kenslum. Tað var ein stór avbjóðing fyri meg, men vit fingu skapt ein leiklut, sum eg haldi verða áhugaverdan, og sum eg ikki eri troytt av enn.
Men er tað nakað við Sarah Lund, sum tær ikki dámar?
- Nei, tað er tað í grundini ikki. Orsøkin til, at mær dámar hana so væl er, at hon hevur so nógvar veikleikar og nógvar mótsetningar í sær. Í byrjanini hildu vit, at hetta var ein søga um eina kvinnu í einum mansdomineraðum politiumhvørvi, men rímiliga skjótt hildu vit heldur, at tað skuldi snúgva seg meira um menniskjað Sarah Lund – og ikki endiliga um, at hon er ein kvinna. Tað hevur gjørt, at leikluturin er nuanseraður, og Sarah Lund hevur nógvar loynidómar – eisini fyri mær – men mær dámar hana væl.
Hvat hevur hesin leikluturin merkt fyri teg sum sjónleikara?
- Fyrst og fremst hevur tað merkt, at eg havi kunna leitað inn í eitt nýtt slag leikluti. Eg havi spælt øll hugsandi sløg av sjónleiki, síðani eg var 17 ára gomul. Men eg havi fyri tað mesta spælt rættiliga kvinnuligar leiklutir. Sarah Lund hevur verið ein heilt onnur typa, og tað hevur verið spennandi at sett seg inn í hesa rolluna.
Sjónleikari av tilvild
Hví valdi tú yrkisleiðina sum sjónleikari av fyrstan tíð?
- Tað var rættiliga tilvildarligt, at eg byrjaði at spæla sjónleik. Tá eg var 17 ára gomul, sá eg eina lýsing í einum blaði, har søkt varð eftir einari ungari kvinnu at spæla eina størri leiklut í einum filmi. Tá var eg júst liðug við fólkaskúlan og visti ikki rættiliga, hvat eg skuldi gera. Eg gekk og keddi meg eitt sindur og hugsaði, at tað kundi eg hugsa mær at roynt. Eg fekk leiklutin, og so fekk eg ein afturat og ein afturat. Eg kom í grundini eitt sindur tilvildarliga inn í fakið, og hevði eg ikki sæð hasa lýsingina, so veit eg ikki, hvat eg var blivin, men tað hevði neyvan verið sjónleikari.
Tú hevur ikki nakra veruliga útbúgving sum sjónleikari. Hvussu er tað?
- Eg søkti einaferð inn á sjónleikaraskúla, men eg kom ikki inn. Tá eg var fyrst í 20’unum hevði eg eitt rímiliga stórt kompleks av, at eg hevði einki pappír uppá, at eg var sjónleikari, og tá segði eg nei til fleiri klassiskar leiklutir á palli, tí eg helt, at tað var for fínt til mín. Nú havi eg fingið eina rúgvu av royndum, og eg havi, sum so nógv onnur, lært av feilum.
Ov nógv av tí góða
Sarah Lund gongur nógv í føroyskari troyggju. Hvat heldur tú um tað?
- Jamen, hasar troyggjurnar, altso, tað hevur verið nógv kjakast um tær her í Danmark. Í grundini skuldi Sarah Lund gingið í jakkasetti og víst, at hon var ein hørð kvinna, sum kláraði seg í einari mansverð. Men tá eg sá hasa fyrstu troyggjuna, gjørdist eg bara so glað, tí hon segði alt um Sarah Lund, sum hon skuldi siga.
- Eg helt, at Sarah Lund skuldi verða so hørð og hava so stórt sjálvsálit, at hon kundi ganga í einari slíkari troyggju. Tí tað er ein persónur við sjálvsáliti, sum er í einari slíkari troyggju. Og so signalerar troyggjan eisini eina trúgv upp á menniskju, felagsskapin og vísir ein eitt sindur romantiskan hippie-hugburð um verðina. Tað stendur í góðum kontrasti til tað myrka krimi-umhvørvi.
- Eg hevði ikki droymt um, at troyggjan skuldi fáa so nógva umrøðu, og viðhvørt hevur tað næstan verið ov nógv av tí góða. Tað hevur næstan verið ein troyggja, sum hevur gingið runt við mær inni í. Men sum sjónleikari havi eg verið sera glað fyri hesar báðar føroysku troyggjurnar, sum eg havi spælt, tí eg havi kent á mær, at eg skuldi bara fara í troyggjuna, og so var Sarah Lund har.
Nú hevur Sarah Lund fingið eina nýggja troyggju úr Føroyum. Hevur tú havt nakra ávirkan á, hvussu hendan troyggjan kom at síggja út?
- Ja, eg havi havt eitt sindur av ávirkan á tað. Eg skal jú verða í troyggjuni og í leiklutinum, so tað hevur eisini verið lurtað eftir mínari hugsan.
Stútað av veðri í Føroyum
Og hvørja troyggju dámar tær betri – ta nýggju ella ta gomlu?
- Tað er ein trupul spurningur. Eg havi stóran kærleika til fyrstu troyggjuna, og eg fekk hana, tá ið vit vórðu liðug at taka upp. So eg havi troyggjuna heima, og onkuntíð, tá ið eingin sær, so fari eg í troyggjuni og gangi og mæli í henni heima og havi tað gott. Lat meg bara siga, at eg havi stóran kærleika til ta gomlu troyggjuna.
Kundi Sofie Gråbøl funnið upp á at brúkt eina føroyska troyggju sjálv?
- Ja, tað kundi eg í hægstu grad. Mær dámar væl troyggjur. Eg vaks upp í einum progressivum heimi í 70’unum, so eg kenni alt til hvassar, ullintar troyggjur. Ta kensluna dámar væl, og tá eg nú eri í slíkum troyggjum, so fái eg eina góða kenslu og verði tikin eitt sindur aftur til barndómin.
Og so kunnu vit ikki lata verða við at spyrja, um tú hevur verið í Føroyum?
- Jú, eg var í Føroyum eina tíð sum barn, tá ið stjúkpápi mín arbeiddi á einari teknistovu har, og tað, sum eg minnist best frá tíðini í Føroyum, var, at eg varð stútað av einum veðri. Eg havi ikki vitjað aftur í Føroyum síðani, men tað fái eg vónandi høvi til einaferð í framtíðini.
(stór mynd: Gråbøl-1)
- Jú, eg var í Føroyum eina tíð sum barn, tá ið stjúkpápi mín arbeiddi á einari teknistovu har, og tað, sum eg minnist best frá tíðini í Føroyum, var, at eg varð stútað av einum veðri, sigur Sofie Gråbøl
Mynd: Tine Harden/DR
***
Fakta BROTSGERÐIN
Brotsgerðin er donsk sjónvarpsrøð, sum Danmarks Radio framleiðir og sendir. Sjónvarpsrøðin verður eisini send í Sjónvarpi Føroya.
Ætlanin var, at fyrstu 10 partarnir av Brotsgerðini skuldu sendast í 2007, og síðani skuldu 10 partar afturat sendast í 2008, men sendirøðin gjørdist so populer, at DR valdi at senda allar 20 partarnar í 2007.
Onnur røðin av Brotsgerðini er eisini 20 partar, og DR fór undir at senda røðina í farna mánaði.
***
Fakta SOFIE GRÅBØL
Navn: Sofie Gråbøl
Aldur: 41 ár
Starv: Sjónleikari
Familja: Einlig mamma við barni
Filmar: Barndommens Gade, Pelle Erobreren, Sort Høst, Sekten, Den Eneste Ene, Blinkende Lygter, Anklaget, Vikaren og fleiri
Sjónvarpsrøðir: Taxa, Nikolaj & Julie, Brotsgerðin og fleiri
Virðislønir: Bodil-virðisløn í 1987 og 1994. Robert-virðisløn í 1987, 1994, 2000, 2005 og 2006. Reumert-virðisløn í 2008.