Tríggir spildurnýggir landsliðsleikarar eru við í ferðalagnum, tá danska landsliðið eftir vikuskftið setir kós móti Føroyum. Landsliðsvenjarin, Morten Olsen, og hjálparvenjari hansara, Michael Laudrup, høvdu sum væntað broytt eitt sindur upp á samansetingina av fólkinum, sæð í mun til EM-endaspælið.
Nakrar av broytingunum vórðu rætt og slætt tvungnar, tí viðkomandi leikarar ikki longur eru tøkir til landsliðið, ella hava givið avboð, orsakað av skaða. Millum hesar seinast nevndu eru so navnframir leikarar sum Michael Jørgensen og Michael Laursen, sum dagliga royna seg í bestu italsku deildini.
Í tráð við fortíðina
Var tað væntað, at hesir spælarar vórðu sáldaðir frá, so kann tað sama ikki sigast um onkrar aðrar av teimum, sum ikki hava fingið landsliðsboð hesu ferð. Sostatt eru hvørki Stig Tøfting ella Michael Schønberg við í hópinum til Føroya, og einki er at taka seg aftur í, at hetta fyri teirra viðkomandi er eitt vónbrot. Landsliðsvenjarin hevur tó boðað frá, at hesir leikarar langt ífrá skulu gloymast. Á tíðindafundi boðaði hann frá, at hann var fullgreiður um, hvat hesir leikarar høvdu at bjóða, men at hann heldur vildi nýta dystin móti Føroyum til at síggja, hvørt onnur landsliðsevni veruliga kunnu standa seg á hesum støði.
Hjá teimum, sum undanfarin ár hava funnist at danska landsliðnum, tí hesir hava spælt ov keðiligan fótbólt, er helst gleðiligt at staðfesta, at ein nýggjur reyður tráður er at hóma í landsliðsúttøkuni. Øðrvísi kann tað valla tulkast, tá teir tríggir nýggju leikararnir, Michael Johansen, Dennis Rommedal og Henrik Tømrer Pedersen, allir eru leikarar, sum fyrst og fremst hava gjørt vart seg í framrættaða spælinum. Nakað sum serliga Michael Laudrup var borganin fyri, tá hann spældi á landsliðnum, har hann so við og við gjørdist náttúrligi avloysarin hjá føroyska landsliðsvenjaranum, Allan Simonsen.
Til stuttleikar kann nevnast, at teir báðir hava eina fortíð í Barcelona, og enntá kundu gjørst liðfelagar í katalanska stórfelagnum. Ta ferðina var Michael Laudrup tó bert 17 ára gamal, og tá tað kom til stykkis, vóru hvørki hugur ella dirvi nóg stórt til at rýma heiman ífrá fyri at gerast yrkisleikari í einum av heimsins størstu feløgum. Barcelona, sum annars var fyrsta europeiska stórfelagið, ið sýndi áhuga fyri Laudrup, fekk tó sín vilja nøkur ár seinni, og varð Laudrup tá ein tann størsta stjørnan á sonevnda
Liðið
Teir átjan leikararnir, sum verða við á Føroyaferðini eru:
Peter Schmeichel (Sportin Lissabon), Thomas Sørensen (Sunderland), Jan Heintze (PSV Eindhoven), René Henriksen (Panathinaikos), Thomas Gravesen (Everton), Claus Thomsen (Wolfsburg), Thomas Helveg (Milan), Per Frandsen (Bolton), Bjarne Goldbæk (Fulham), Allan Nielsen (Watford), Brian Steen Nielsen (AB), Claus Jensen (Charlton), Michael Johansen (AB), Morten Bisgaard (Udinese), Dennis Rommedahl (PSV Eindhoven), Jon Dahl Tomasson (Feyenoord), Henrik Pedersen (Silkeborg), Ebbe Sand (Schalke 04)
Stórur áhugi
Sum kunnugt, so er hetta fyrsti dysturin, at teir báðir nýggju venjararnir standa við stýrisvølin, og donsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr.
Í sjálvum sær er tað jú áhugavert, at nýggjur venjari tekur við, men tá talan so samstundis er um tvær tjóðarhetjur, sum vóru millum høvuðsmenninar aftan fyri donsku landsliðsframgongdina, ja so ber av.
Hesu ferð er tað tó ikki á vøllinum, at teir sleppa at geva sítt íkast til liðið, men hinvegin er danska vónin, at teir kunnu eggja leikarunum at spæla sama slag av fótbólti, sum dynamittliðið í áttatiárunum. Um hetta verður veruleiki, fæst so fyrsta ábendingin um komandi mikudag.