Danska stjórnin umskipað í dag

Claus Hjort Frederiksen tekur við sum fíggjarmálaráðharri, og tvær ungar kvinnur fáa ráðharrasess Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur longu framt tær fyrstu broytingarnar í donsku stjórnini.

Sjálvur var hann fíggjarmálaráðharri, og tað starvið fær Claus Hjort Frederiksen, sum hevur umsitið arbeiðsmarknaðarmál.

Karen Jespersen hevur biðið um at sleppa frá sum ráðharri í vælferðarmálum, og tann ráðstovan verður nú býtt í tvey. Inger Støjberg, sum hevur verið politiskt framsøgufólk hjá Vinstra, verður ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og javnstøðumálum. Hetta seinna hevur verið undir vælferðarráðnum.

Karen Ellemann yvirtekur hin partin av vælferðarráðnum og verður ráðharri í innanríkis- og almannamálum. Hon er dóttir fyrrverandi uttanríkisráðharran Uffe Ellemann-Jensen.

Klokkan 10 fyrrapartin fer Lars Løkke Rasmussen til Margrethu drotning við stjórn síni.