Danska stjórnin tekur móti fleiri flóttafólkum

Danska stjórnin hækkar neyðhjálpina við 750 milliónum og boðar samstundis frá, at man ynskir at taka móti fleiri flóttafólkum.

Stóri flóttafólkastreymurin, ið seinastu vikurnar hevur førkað seg úr Miðeystri niðan gjøgnum Evropa, tykist at hava tikið fleiri av evropeisku stjórnunum á bóli.


Støðan hevur ført við sær, at nógv trýst hevur verið lagt á evropeiskar leiðarar at taka móti fleiri flóttafólkum, og í morgun boðar danska stjórnin frá, at tey eru sinnaði at taka móti 1.000 eyka flóttafólkum, umframt at játta 750 milliónir krónur til hjálp á staðnum. Tað skrivar Danmark Radio.


Óvist er hvussu nógv tað munar at taka móti 1.000 flóttafólkum aftrat, tí í gjárkvøldið boðaði danska ríkisløgreglan frá, at í minsta lagi 8.300 flóttafólk vóru komin til Danmarkar seinastu tíggju dagarnar, harav tey flestu ikki steðga á, men ferðast víðari til Svøríkis.


Tað var danski uttanríkisráðharrin, Inger Støjberg, ið boðaði frá, at man ynskir at taka móti fleiri flóttafólkum.


- Vegna tí heilt serligu støðuni, ið vit eru í, so hevur stjórnin í dag boðað frá, at vit ynskja at taka móti einum avmarkaðum tali av flóttafólkum, ið søkja friðskjól, segði Inger Støjberg á tíðindafundi í dag og legði aftrat.


- Talan er um 1.000 persónar.


Danska stjórnin tvíheldur tó enn um teirra støðu, at man ikki ynskir at luttaka í eini kvotuskipan millum ES-londini um flóttafólk. Ein tílíka skipan skuldi annars lyfta trýsti av londunum í Suðurevropa, har tey flestu flóttafólkini eru.


Frammanundan hevði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fráboða, at stjórnin fer at hækka neyðhjálpina við 750 milliónum yvir tvey ár. Peningurin skal brúkast til at demma upp fyri flóttafólkastreyminum til Evropa.


Mett verður, at umleið 1.000 flóttafólk hava søkt um friðskjól í Danmark síðstu vikurnar.