Danska stjórnin úr at gera

Lítið og einki er komið út í Danmark um komandi samráðingarnar við Landsstýrið. Tað er kanska ikki av illvilja, men av tí at danska stjórnin hevur úr at gera. Hon viðger stórmál í løtuni, og hevur fingið harðar ákoyringar frá danska almenninginum í sambandi við búskaparligu inntrivini

Seinasta hósdag var uppskot um inntrivini til 1. viðgerð í Fólkatinginum, og hóast stóra mótstøðu frá fólkinum, áhugafeløgum, arbeiðsgevarunum og fakfeløgunum, so er líkt til, at andstøðan ikki beinleiðis vil vísa uppskotinum aftur.

Ole Løvig Simonsen, formaður í tingbólkinum hjá Sosialdemokratiska flokkinum í Fólkatinginum, sigur við Sosialin, at fýra stórmál eru fyri í løtuni:

Tey eru búskaparligu inntrivini, kommunusamráðingarnar, samráðingarnar millum Landsstýrið og donsku stjórnina. Eisini væntar Ole Løvig Simonsen, at samráðst verður um víðkan av heimastýrisskipanini í hesum umfarinum.

Hóast leikluturin hjá Jóannes Eidesgaard, tá atkvøðast skal um búskaparligu inntrivini 26. juni, er áhugaverdur og nevndur upp í saman í donsku fjølmiðlunum, so heldur Ole Løvig Simonsen ikki, at føroyska atkvøðan er avgerandi í hesum umfarinum.

? Hóast andstøðan í Fólkatinginum ikki fagnar uppskotinum, so hevur hon víst áhuga á tann hátt, at hon ikki fer at atkvøða ímóti. Tá er ikki neyðugt við 90 atkvøðum, og tá verður føroyska umboðanin ikki tungan á vágskálini, sigur Ole Løvig Simonsen.