Í yvir 30 ár hevur besta fótbóltsdeildin í Danmark itið: "Superliga", og er tað felagið, Superliga A/S, ið eigur vørumerkið og navnið.
Hóast danska superligan hevur verið í gongd í eina triðings øld, so hava teir sum standa í andstøðu til UEFA, og ætla at gera eina útbrótaraliga við kendum evropeiskum liðum, alla tíðina brúkt navnið: "The Super League". Men tað sleppa teir ikki at gera longur.
Lítla danska superligan hevur nevnliga vunnið eitt navnastríð móti The Super League.
Vørumerkismyndugleikin hjá ES hevur staðfest, at tað er Superliga A/S í Danmark, ið eigur rættin til navnið Super League. Tí mugu teir sum higartil hava nevnt sína verkætlan, The Super League antin kæra avgerðina hjá ES, ella eisini mugu teir broyta navnið hjá sær. Mennirnir aftanfyri sokallaðu The Super League sleppa ikki at brúka navnið sum eitt ES-vørumerkið.
Stjórin í Superliga A/S, Claus Thomsen stórfegnast um sigurin, ið bæði er ein prinsipiellur og moralskur sigur: - Vit stórfegnast um, at Vørumerkismyndugleikin hjá ES hevur givið okkum viðhald í, at vørumerkið "THE SUPER LEAGUE" í ES vil niðurseta tað virðið, sum donsk feløg hava investerað í 3F Superliga. Vit hava alla tíðina verið ímóti ynskunum hjá stórfeløgunum um at gera eina nýggja evropeiska ligu. Vit halda, at tað skal vera opinleiki og kvalifikasjón til altjóða felagsliðskappingar gjøgnum fótbóltsdeildirnar í limalondunum. Fótbóltur skal ikki vera ein stongd veitsla fyri feløg, ið ikki tora at taka lut í einari opnari kapping. So vit stórfegnast sjálvandi um hendan sigurin uttanfyri fótbóltsvøllin, sigur Claus Thomsen við bold.dk.