– Tit fáa ein nýggjan kaðal. Tann avgerðin er tikin.
So greiður var Søren Andersen, stjóri í Arktisk Kommando, á vinnutiltaki í Føroya Banka í gjár, har hann helt fyrilestur um leiðslu í ótryggum tíðum.
Eftir fyrilesturin spurdi Sosialurin hann nærri um ætlanina. Søren Andersen upplýsti tá, at ætlanin um sjókaðalin er partur av stjórnargrundarlagnum hjá nýggju donsku stjórnini, og at hon eisini var partur av grundarlagnum hjá undanfarnu stjórn.
Hann upplýsti eisini, at tað verður danska verjan, sum rindar útreiðslurnar av kaðalinum.
Partur av stórari verjuíløgu
Nýggi sjókaðalin skal síggjast sum partur av munandi øktu donsku verjuíløgunum í Arktis og Norðuratlantshavi.
Í oktober í fjør varð Delaftale 2 om Arktis og Nordatlanten gjørd millum donsku stjórnina og flokkarnar aftan fyri donsku verjusemjuna. Avtalan varð gjørd í tøttum samstarvi við Føroya landsstýri og grønlendska Naalakkersuisut og fevnir um íløgur fyri 27,4 milliardir krónur.
Millum íløgurnar eru tvey arktisk skip afturat, sjóeftirlitsflogfør, dronur, nýtt høvuðssæti hjá Arktisk Kommando í Nuuk – og ein nýggjur norðuratlantiskur sjókaðal.
Í donsku verjuavtaluni verður kaðalin lýstur sum eitt samband millum Grønland og Danmark. Ætlanin er samstundis, at Føroyar skulu kunna knýtast upp í sambandið. Kaðalin er sostatt ikki bara ein vanlig teleíløga, men verður roknaður sum partur av undirstøðukervinum, sum skal styrkja trygdina og verjuevnini í Norðuratlantshavi.
Stórur dentur á Norðuratlantshav
Danmark hevur seinastu árini økt verjuíløgurnar í Arktis og Norðuratlantshavi munandi. Bara tær báðar serligu avtalurnar um økið frá 2025 eru tilsamans upp á meira enn 42 milliardir krónur.
Orsøkin er broytta trygdarpolitiska støðan og vaksandi týdningurin hjá Norðuratlantshavi fyri NATO. Føroyar liggja mitt í sokallaða GIUK-gjónni millum Grønland, Ísland og Bretland, sum hevur stóran hernaðarligan týdning fyri eftirlitið við Norðuratlantshavi.
NATO setti í februar í ár átakið Arctic Sentry í verk fyri at styrkja eftirlit og fyribyrging í norðara parti av NATO-økinum. Danska verjuátakið Arctic Endurance er partur av hesum.
Eisini í Føroyum sæst økta virksemið. 2. august boðaðu danski verjumálaráðharrin Jeppe Bruus og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, frá, at Danmark og Føroyar eru samd um at økja virksemið hjá donsku verjuni í og kring Føroyar longu í ár.
Tað kann millum annað fevna um venjingar saman við Vørn, F-35 stríðsflogfør, fregattir og flutningsflogfør umframt stuðul til maritimu átøkini hjá NATO í økinum.
Nýggi sjókaðalin er sostatt ein partur av einari nógv størri ætlan um at styrkja bæði undirstøðukervið og verjuna í Norðuratlantshavi.
Og sambært stjóranum í Arktisk Kommando er eingin ivi um føroyska partin av ætlanini:
– Tit fáa ein nýggjan kaðal. Tann avgerðin er tikin.










