Danska stjórnin hevur samtykt at gera tað, sum ABDH-samgongan her hjá okkum gjørdi, tá hon kom til valdið í 2010. Nevnliga at forskatta pensiónirnar.
Hetta gevur danska statskassanum einar 15 milliardir eyka í framskundaðari inntøku, og Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, sigur, at hetta skal skal stimbra búskapinum.
Lone Kjærgaard, sum er leiðandi fíggjarfrøðingur í Arbejdernes Landsbank, sigur í dag við DR, at hon ikki er samd í hesum grundgevingunum.
- Hetta verður gjørt fyri at tryggja sær, at undirskotið á fíggjarlógini ikki fer upp um 3% av BTÚ. Hetta er markið, sum ES hevur ásett sínum limalondum, og vórðu eyka inntøkur ikki fingnar til vega, hevði danska undirskotið í 2015 ligið sera nær hesum trimum prosentunum, sigur Lone Kjørgaard, sum eisini heldur, at hetta væl kann rópast ein panik-handling.