Danskari venja við AB

Argjamenn fáa í dag vitjan av framrættaðum spælara úr Danmark

Talan er um 20 ára gamla Casper Hyltoft. Hann er ein tekniskur framrættaður spælari, sum góðan hug á bóltinum. Hann hevur síðani U17 aldurin havt trupulleikar við skaða, men er sinnaður at ferðast fyri at fáa spælitíð.

 

- Eg eri ein tekniskur spælari, sum elskar at dribbla og spæla við bóltin, sigur Casper Hyltoft við in.fo.

 

Casper Hyltoft hevur fyrr spælt við Hjorten IF, Gladsaxe-hero, B93, Boldklubben søllerød-vedbæk, Brøndby IF og Esbjerg IF.

 

- Tað er umvegis ein fyrrverandi liðfelag, føroyska René Shaki Joensen, at eg eri komin í samband við AB, sigur Casper Hyltoft, sum í dag spælir við Boldklubben søllerød-vedbæk, stytt BSV.

 

Hann skal venja við AB í eina viku, so verður støða tikin til um sáttmáli skal gerast millum partarnar. Hann kemur til landið í dag og byrjar at venja í morgin.

 

- Eg havi altíð havt hug at ferðast kring heimin fyri at spæla fótbólt, so hetta gleði eg meg nógv til, sigur Casper Hyltoft at enda.

 

Argjamenn leita eftir styrki til tey framrættaðu plássini, eftir at Rógvi Poulsen og Dion Splidt eru farnir av landinum, meðan Ahmed Keita helst ikki fær sáttmála aftur.